Einasta ítróttarfelag í Hósvík er kappróðrarfelagið. Tí hevur felagið umframt at vera róðrarfelag eisini savnandi leiklut í bygdini. Í ár fer felagið at luttaka í FM kappróðrinum við sjey manningum.
Tá ið manningarnar eru aftur í bygdini eftir at hava verið og kappast, verður bygdafólkið bjóðað til døgurða og kaffi í neystinum. Tá møta eisini fleiri upp, sum ikki hava tætt samband við tey, sum eru við til at manna bátarnar, og tí hevur kappróðurin og kappróðrarfelagið leiklut, sum er við til at styrkja lokala samleikan og betra um trivnaðin.
Tá ið Hósvíkar Róðrarfelag eftir ársskiftið var í uppskoti til at vera ársins ítróttarfelagsskapur, varð tað grundgivið soleiðis:
Hósvíkar Róðrarfelag , sum í 2024 fylti 50 ár, hevur í nógv ár virkað sum ein savnandi, mennandi og sunn drívmegi í bygdini, og eisini allari kommununi. Hósvíkar Róðrarfelag er ein góður felagsskapur, sum er vaksandi í umhvørvinum. Í fjør taldist HVR millum størstu róðrarfeløg í landinum. Við sínum nógvu sjálvbodnu og góðu kreftum hevur HVR ikki bert týdning fyri manningarnar. HVR hevur afturvendandi skipað fyri einari røð av ymiskum tiltøkum. Helst størsta einstaka tiltakið í kommununi er árliga Regatta siglingin, ið HVR skipar fyri.
Umstøðurnar í neystinum, sum er so eyðsýnt hjá teimum, ið koyra framvið, hava verið góðar. Men nú verður hildið, at neystið hevur tænt fyri seg, og tað verður arbeitt við at byggja nýtt neyst á somu grund. Málið verður í hesum døgum viðgjørt í býráðnum í Sunda kommunu, sum Hósvík er partur av.
6-mannafarið Hósvíkingur við monnum hevur ofta verið drúgvur, men hann verður ikki við í ár. Fleiri av teimum, sum hava verið við til at manna bátin, eru farnir burtur í lestrarørindum, og onkur hjálpir til at manna bátar í øðrum feløgum.
5-mannaførini Heykur og Falkur hava verið føðiketan hjá Hósvíkingi. Í ár er eru báðir mannaðir – Falkur er við í yngru dreingjakappingini, og Heykur er við í eldru dreingjakappingini.
Stórur spenningur er um, hvussu tað fer at hilnast hjá kvinnunum umborð á Hósvíkingi. Í fjør vunnu tær silvur í FM kappingini, og í ár eru fimm av teimum, sum vóru við í fjør, aftur við til at manna bátin, og so eru tvær nýggjar av bygd við til at manna bátin.
Í ódnartøkunum gekk tað væl. Í Runavík var Hósvíkingur einasti luttakari í hesum bólkinum og róði tí saman við 5-mannaførunum. Í Miðvági vann Hósvíkingur allar tríggjar róðrarnar, og í Norðagøtu fyri tveimum vikum síðani vann Hósvíkingur ein róður og var nummar trý í tveimum róðrum.
Í gentukappingini er Falkur mannaður í 14-16 ára gomlum. Fleiri teirra hava luttikið í barnaróðrinum. Í gentumappingini 17-18 ár er Heykur mannaður. Hesar hava róð saman í fleiri ár. Falkur luttekur eisini í barnaróðrinum fyri gentur, og so er ætlanin, at Hósvíkingur fer at luttaka í MA kappingini fyri kvinnur.
Hósvíkingur
6-mannafør kvinnur
6-mannafør kvinnur MA
Heykur
5-mannafør
Gentur 17-18 ár
Dreingir 17-18 ár
Falkur
Dreingir 14-16 ár
Gentur 14-16 ár
Barnaróður gentur
Kappróðrarblaðið, sum er í Sosialinum hesaferð, kann lesast við at trýsta her