- Hetta er besti dysturin EB/Streymur hevur spælt í ár. So avgjørdur er høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askham aftaná greiða 3-0 heimasigurin hjá EB/Streymi yvir 07 Vestur. Eitt úrslit, sum merkir, at EB/Streymur hevur sjey stig niður til niðurflytingarstrikuna nú 12 stig eru eftir at spæla um.
Heðin Askham heldur, at byrjanin var nakað trilvandi, men frá tí, at Leif Niclasen skoraði til 1-0 hevði EB/Streymur tamarhald á dystinum.
Og Heðin Askham staðfestir eisini hvussu týdningarmikil sigurin var: - Hevði 07 Vestur vunnið høvdu teir bara havt eitt stig upp til okkum, so hetta var ein sera týðandi sigur.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Heðin Askham aftaná 3-0 heimasigurin ímóti 07 Vestur fyrr í kvøld.