Heðin Askham til EB/Streym

Formaðurin í EB/Streymi, Rólant Højsted, váttar fyri Portalinum í kvøld, at felagið hevur gjørt eina avtalu við Heðin Askham um, at hann skal taka sær av besta mansliðnum hjá felagnum, tað ið eftir er av árinum.

Síðani verður støða tikin til, hvat so skal henda.

 

Heðin Askham kom til Føroya í kvøld, har seinastu smálutirnir vóru fingnir upp á pláss, so at hann kann standa við síðulinjuna, tá EB/Streymur og KÍ hittast við Margáir í Streymnesi sunnudagin.