EB/Streymur er fyribils ovast av teimum sokallaðu "Botn 5 liðunum" aftaná ein góðan 2-2 javnleik ímóti B36 á ovara vølli í Gundadali í Havn, har innskifti Arnbjørn Hansen tryggjaði EB/Streymi eitt kærkomið stig heilt ímóti dystarenda.
Heðin Askham, høvuðsvenjari er eisini fegin um avgerðina at skifta Arnbjørn Hansen inn.
Heðin Askham viðgongur, at EB/Streymur stórar partar av dystinum var undir stórum trýsti, men hann heldur, at verjan hjá EB/Streymi kundi byrgt upp fyri báðum málunum hjá B36.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr beinleiðis samrøðuna FM1 hevði við Heðin Askham fyrr í kvøld.
Samrøðan FM1 hevði við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg hoyrist HER