Nú er endiliga greitt, at HBO kemur við einari nýggjari sendirøð, sum tekur støði í søguni áðrenn alt tað, sum higartil er hent í Game of Thrones - altso ein undansøga til populeru sendirøðina.
Nýggja sendirøðin fortelur søguna um húsið Targaryen, og sendirøðin hevur fingið heitið 'House of the Dragon'. Søgugongdin gongur fyri seg 300 ár áðrenn søgugongdina í 'Game of Thrones'. 10 partar eru settir av til nýggju sendirøðina hjá HBO.
Hesum boðaði HBO frá í nátt, tá framløga var av nýggju stroymingartænastuni, HBO Max.
George R.R. Martin, sum hevur skrivað hinar bøkurnar um Game of Thrones, fer at skriva leikritið í samstarvi við Ryan Condal, og søgan verður grundað á bókina hjá George R.R. Martin, "Eldur og blóð".
##med2##











