HB skrivar á heimasíðu sínari, at felagið hevur gjørt av at styrkja venjaratoymið á Formulaliðnum.
- Úrslitini hjá felagnum í ovastu deildunum hava ikki verið nøktandi í seinastuni, og til tess at betra um gongdina hevur nevndin tikið avgerð um at styrkja venjaratoymið við, at Sámal Erik Hentze ? í HB vanliga nevndur Bagge ? verður partur av hesum. Hetta merkir, at Rúni og Bagge koma at standa fyri og taka sær av Formulaliðnum, meðan Áki og Frankie koma at taka sær av 1. deildarliðnum og unglingunum, sigur HB á heimasíðu sínari.
Fyri heimasíðuni hjá HB ásannar Rúni Nolsøe, at úrslitini ikki hava verið nøktandi og tekur til eftirtektar tær broytingar, sum nevndin hevur tikið avgerð um. Samstundis gleðir hann seg til at arbeiða saman við Bagga við teimum royndum, sum Bagge hevur frá Formulafótbólti.
- Tá slíkur møguleiki býðst, er lætt at taka av, tí HB er eitt sigursvant, stórt og spennandi felag við nógvum góðum spælarum, sigur Sámal Erik Hentze.
Sámál Erik Hentze var í fjør hjálparvenjari hjá EB/Streymi.