HB og Jóan Símun í Sarpugerði

Í kvøld verður fyrsti møguleikin at síggja nýggja álopsessið hjá HB.

Klokkan 19 verður fyrsta bríkslið í Gøtu, har tey í hesum døgum halda víkingadagar. HB er gestur, og í HB álopinum er Jóan Símun Edmundsson fyri fyrstu ferð:

-Jóan Símun skal styrkja um okkara álopspart, sum hevur verið tunnur viðhvørt, siga tey í HB. Harvið er boðskapurin, at teir, sum hava fingið møguleikan at taka við, tá ið Andrew av Fløtum hevur verið skaddur, ikki hava megnað avbjóðinga nóg væl.

Eisini í Víkingi hava tey styrkt um framrættaða partin, men í kvøld fáa teir ikki nyttu av hesum. Sølvi Vatnhamar var á framrættaðum miðvallarplássi í 3-1 sigrinum á Toftum sunnukvøldið. Hann er burturstaddur í dag. Ætlanin var, at Andreas Lava Olsen, sum fyri stuttum er fluttur aftur til Leirvíkar eftir at hava verið á flatlondum í útbúgvingarørindum seinnu árini, skuldi vera í Víkinga álopinum, men orsaka av skaða verður hann ikki við .

Talan er um lykauppgerð fyri báðar partar. Víkinga sigur fer at bera við sær, at tað bara verður eitt stig millum HB á øðrum plássi og Víking á triðja plássi, og HB sigur fer at bera við sær, at tað av álvara verður lagdur sjógvur millum hesi bæði liðini.

-Vit gleða okkum til í kvøld, tá vit ætla at geva HB ein skarpan gang. Eftir vánaliga byrjan hava vit strítt okkum fram á triðja plássið, sum vit eru einsamallir á nú. Tað er stríðsandin meiri enn gott spæl, sum hevur borið okkum so langt, og aftur í kvøld fara vit at leggja nógv fyri. Vit kunnu einki gera við aðrar dystir, enn teir, sum vit sjálvir spæla, og harvið støðutalvuna, men vit fokusera á okkum sjálvar, staðfestir Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen.