Klassikarin yvir øllum er tann millum KÍ og HB. Soleiðis hevur ofta verið tikið til. Sannleikin í útsøgnini var størri tann tíð tað var, enn hann hevur verið seinnu árini, tá ið tað eru fleiri onnur, ið stríðast um fremstu plássini.
Men sunnudagin var tað sum í gomlum døgum, tá ið javnaldrarnir hittust í fínum fótbóltslíkindum í Klaksvík. Intensiteturin var øgiligur, og tað var gott fyri bæði spenning og undirhald, at
tað eftir stóran hálvan tíma eydnaðist heimaliðnum at seta
hol á:
Álopið byrjaði í høgru, har Álvur F. Christiansen á mótstøðuhálvuni vann bóltin av Símuni Samuelsen. So varð spælt skjótt í hitt borðið, har Heðin á Lakjuni, ið aftur hesa ferð var millum teir eyðsýndastu á heimaliðnum, yvirlappaði og næstan av baklinjuni sendi flatt ímóti nærra stólpa, har Santos stýrdi bóltin á sín egna stólpa. Fleiri stríddust um returbóltin, men tað var Páll A. Klettskarð við stóra máltevinum, sum var fyrstur á og skoraði.
Fagnaðurin var øgiligur, og hóast HB tað mesta av tíðini leikliga var greitt omaná, so vóru møguleikar fyri, at KÍ kundi økja um leiðsluna, men tað hevði verið mest sum ov nógv av tí góða fimm dagar undan 108 ára føðingardegnum!
HB liðið var ógvuliga væl skipað, og tað kendist vera greiður fyrimunur fyri avrikið, at tað hesa ferð ikki varð fokuserað upp á mótstøðuliðið, men heldur upp á fínu fótbóltsdygdirnar, sum eru á liðnum.
Fróði Benjaminsen og Hallur Hansson vóru á sentrala miðvøllinum í landsdystinum í Reykjavík mikukvøldið. Altjóða avrikið darvaði teimum ikki í Klaksvík. Heldur var tað soleiðis, at teir kendust hava størri íblástur, enn teir áður hava havt. Teir stýrdu HB spælinum meistarliga – vóru altíð klárir at hjálpa liðfeløgunum, dugdu væl at taka bóltin til sín uttan mun til í hvørji hædd og hvussu hann varð sendur til teirra, og um eingin av liðfeløgunum var leysur, so vóru teir altíð førir fyri at sneiða framvið einum ella tveimum mótstøðumonnum og harvið at skapa yvirtalsstøðurnar, sum skulu til.
Í verjupartinum var Rógvi Holm sera avgjørdur og sannførandi, og Jóhan Troest Davidsen stuðlaði honum væl. KÍ legði nógv fyri at spæla seg ígjøgnum í borðunum, og har var tað ikki altíð so tætt, men tað bilti ikki, og bæði Jógvan Rói Davidsen og ikki minni Santos vóru væl við í uppspælinum.
Konseptið var at spæla skjótt og beinleiðis, og tilvitanin um at leggja diagonalar sendingar til Christian R. Mouritsen og Símun Samuelsen var stór. Símun Samuelsen var fleiri ferðir um reppið at gerast púra leysur, men aftur hesa ferð var tað fleiri ferðir soleiðis, at eitt hálvt skritt ov lítið ella ov nógv var á skránni.
Rókur Jespersen og Andrew av Fløtum vóru á sentralu plássunum í framrættaða partinum. Báðir eru teir góðir við bóltinum, og teir lesa spælið skjótt og væl. Men hvørgin teirra er boksspælari, og at einin sovorðin er á liðnum kendist sum størsti veikleikin hjá HB. Liðið spældi seg til nógvar møguleikar, og tað var ein blanding av, at heimamenninir ofraðu seg fullkomuliga í verjupartinum og av, at marginalirnir ikki vóru við, at tað ikki var, fyrrenn tað restaði eitt korter, at HB fekk hol á.
Fróði Benjaminsen stútaði eftir hornasparksinnlegg á tvørtræið í 1. hálvleiki, og klaksvíkingar bjargaðu tvær ferðir, tá ið bólturin var á veg í málið.
Eftir uppspæl í vinstru og innlegg fluktaði Fróði Benjaminsen við handara stólpa til 1-1, og fimm minuttir undan leikloki tryggjaði HB sær øll stigini. Santos legði innfyri úr vinstru, bólturin brast í handara stólpan og í høvdið á Gango, áðrenn hann fór í málið.
HB málverjin Teitur M. Gestsson noyddist skaddur av vøllinum í 2. hálvleiki. Símun Rógvi Hansen loysti av, og hann stóð seg væl.
Haltaði í samanspælinum
Sjálvandi kendist tað vera stórt vónbrot hjá KÍ, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku, tá ið talan var um leiðslu, inntil tað restaði eitt korter.
Hesa ferð var stórur dentur lagdur á at vinna kropsliga stríðið. John Hammer var fluttur úr miðverjuni og á sentrala miðvøllin, og Bárður J. Heinesen var fremsti maður við tí setningi at órógva HB miðverjuna, sum ikki altíð hevur verið so sannførandi.
Tá ið tað herfyri eydnaðist at koma afturíaftur og eftir 0-3 at vinna seg upp á 3-3 ímóti Víkingi, vóru tað ikki minst innskiftu og rappfótaðu Ivan Joensen og Heðin Klakstein, sum vóru kokkar. Hesa ferð var Heðin Klakstein á bonkinum alla tíðina, meðan Ivan Joensen ikki var við. Tað eydnaðist KÍ bara í løtum at vísa gott fótbóltsspæl, og í síðsta enda vóru fúsi stríðsandin og nærlagnið ikki nóg mikið at vinna stig.
HB fór enn eina ferð úr Klaksvík við øllum. Talan var um meistarligt avrik. Um hildið verður fram í somu øði, so verður úrtøkan stór!