Tað var heldur ikki sannførandi hesaferð. Men HB er nú sannførandi á oddasessinum.
Kappingarárið hjá verandi føroyameistarunum hevur verið undarligt higartil. HB hevur framvegis ikki vunnið greitt á einum mótstøðuliði í hesum kappingarárinum, hóast høvuðsstaðarfelagið legði sjógv millum seg og grannarnar í oddastríðnum í gjár. Fimm stig skilja liðini, nú sjey landskappingardystir eru avgreiddir.
Heppið mál
HB hevur helst altíð havt eginleikar, sum hini liðini sjáldan hava. Liðið vinnur flestu dystirnar, hóast spælið ikki gongur serliga væl. Felagið er eyðkent fyri sín vinnaramentalitet, og HB er uttan iva greiðasta føroyska dømi um, hvussu langt tú kann røkka, um tú stríðist fyri tí.
Hendrik Rubeksen stóð fyri sigursmálinum hjá HB í gjár. Hann var fyrstur á bóltinum, sum brádliga stakk leysur inni í brotsteiginum, tí heimaliðið var ikki serliga ansið.
HB er tonnina framman fyri hini. Hendrik Rubeksen hevur seinastu árini válað aftur og fram millum fleiri feløg, og hann er nú aftur at síggja í troyggjuni hjá HB. Framherjin hevur higartil í hesum kappingarárinum staðið í skugganum av Andrew av Fløtum.
Í gjár var Rubeksen í byrjunaruppstillingini, og hann takkaði fyri álitið. Hann var innskiftur móti NSÍ fyri tveimum vikum síðan og javnaði, og nú byrjaði hann inni og stóð fyri sigursmálinum.
Fer nakar at hótta?
Kavin hevur sjáldan darvað fyrireikingunum hjá føroysku fótbóltsliðunum sum í ár. Fleiri venjingar og venjingardystir eru avlýstir, og tað hevur sett sína greiða dám á fyrstu umførini.
Nú er liðini um at spæla upp til sítt besta. Við fyrstu sjey dystunum í huganum, kann HB vísa nógv meira. Spurningurin er tí, um Kristján Gudmundsson, venjari, fær tað besta úr einstaka leikarunum. Liðið hevur higartil verið lítil sannførandi, men vunnið eina rúgvu av stigum. Eydnaðst tað hjá venjaranum, so er tað eingin, sum fer at hótta verandi føroyameistararnar.