HB hevur nú funnið ein nýggjan venjara til besta kvinnulið felagsins, sum í nakrar dagar hevur verið uttan venjara eftir at samstarvið við Kára Reynheim endaði.
Nýggjur venjari er danski John Petersen. Hann starvast frammanundan sum høvuðsungdómsvenjari í felagnum, og hann skal í fyrstu atløgu standa á odda fyri HB-kvinnunum í juni og juli meðan HB leitar eftir einari endaligari loysn. Tað skrivar hb.fo í kvøld.
- Vit gleðast um at John hevur játtað at taka av hesari avbjóðing, og ynskja honum og okkara Betri-kvinnum ein gott kappingarár víðari, skrivar HB-heimasíðan.
HB liggur á næstaftasta plássi í Betrideildini hjá kvinnum við tveimum stigum eftir fyrstu tríggjar dystirnar. Í morgin, sunnudagin kl.14.00, spæla tær á heimavølli ímóti ÍF/Víkingi/B68.