HB Køge veruleiki

Eftir fleiri miseydnaðar royndir gjørdist tað leygardagin greitt, at Køge og Herfølge, sum bæði spæla fótbólt í donsku 1. deild, nú kasta saman. Tað hevur tó ikki vakt beinleiðis gleði, at navnið á nýggja felagnum er HB Køge. Bygdasligt og amatøragtigt eru tað fleiri, sum siga um nýggja navnið. Soleiðis vóru tað bara 10% av lesarunum, sum hildu talan vera um eitt gott navn, tá danska Ekstra Bladet skipaði fyri atkvøðugreiðslu á netinum.