HB hevur skotið seg upp á toppin

HB hevur í dag vunnið 3-2 í Gundadali ímóti NSÍ. Sigurin ber við sær, at HB er einsamalt topplið. Meistaraliðið er undan tveimum teimum síðstu umførunum trý stig frammanfyri bæði NSÍ og EB/Streym.

Úrslitið er staðfesting av, at tað er ógvuliga torført hjá NSÍ at fáa stig í Gundadali ímóti HB.

NSÍ hevur ikki vunnið í Gundadali ímóti HB síðani 2000, og NSÍ hevur ikki vunnið stig í Gundadali ímóti HB síðani 2001, tá ið úrslitið var málleysur javnleikur.

Síðsta løtan undan steðginum var avgerandi fyri úrslitið. NSÍ hevði møguleika at javna við brotssparki, sum Christian Høgni Jacobsen misnýtti.

Fróði Benjaminsen, sum við brotsparki hevði javnað til 1-1, legði heimaliðið framum, og so var tað, at Rókur Jespersen økti um leiðsluna til 3-1.

 

Spenningur kom í aftur, tá ið tað restaði eitt korter. Tað málið skoraði vongverjin Einar T. Hansen við frísparki úr vinstru, sum HB málverjin kundi havt vart fyri.

Síðstu løtuna kringsetti NSÍ HB brotsteigin. Fleiri ferðir var tað rættuliga spennandi, men HB helt tørn.

Í 1. hálvleiki legði Klæmint A. Olsen NSÍ framum 1-0.

 

HB-NSÍ (3-1)

Dómari: Lars Múller

0-1: Klæmint A. Olsen 30.

1-1: Fróði Benjaminsen br 37.

2-1: Rókur Jespersen 39.

3-1: Fróði Benjaminsen 45.

3-2: Einar T. Hansen 79.

HB: Marcin Dawid - Levi Hannssen, Doddi, Vagnur Mohr Mortensen, Hendrik Rubeksen - Rógvi Poulsen (Hans á Lag, 83.), Milan Kuljic (Kári Nielsen, 55.), Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen - Rókur Jespersen (Hanus Thorleifsson, 72.), Andrew av Fløtum

Gult kort: Milan Kuljic, Kári Nielsen

NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Johan Troest Davidsen, Einar T. Hansen - Bogi Løkin, Jústinus R. Hansen, Jann Ingi Petersen (Àrni Frederiksberg, 70.), Heðin á Lakjuni - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen (Debes Danielsen, 60.)

Gult kort: Einar T. Hansen, Jens Joensen, Bogi Løkin, Christian Høgni Jacobsen

 

--------

 

90 min.

3-2

NSÍ hevur kringsett HB brotsteigin.

 

 

------

 

85 min.

3-2

HB hevur sett Hans á Lag inn í miðverjuna í staðin fyri síðuspælaran Rógva Poulsen.

NSÍ tykist hava hug at spenna álopsbogan, og tað ber spentar støður við sær í báðum endum.

 

--------

 

70 min.

3-2

Eftir at tað eina løtu hevur verið rættuliga friðarligt í Gundadali, er lív komuið í aftur.

NSÍ hevur minkað um munin, so hann nú er 3-2. Málskjútti var vinstri vongverjin Einar T. Hansen, sum við frísparki uttarlaga úr vinstru smekkaði bóltin í málið aftanfyri Marcin Dawid, sum ikki sá heilt sakleysur út.

 

----

 

60 min.

3-1

Einki bendir á, at NSÍ skal megna at reisa seg eftir køldu pøsina, sum teir fingu í andlitið lítlu løtuna undan hvíldini, tá ið NSÍ misnýtti brotsspark, og HB síðani økti um leiðsluna til 3-1.

HB tykist fullkomuliga hava tak á støðuni.

 

-----------------

 

 

45 min.

3-1

Hálvleikur

 

Nú spælararnir fara at hvíla seg í Gundadali er tað mangt, sum bendir á, at FM møguleikin hjá NSÍ er um at hvørva. Tvær støður í yvirtíðini hava verið orsøk til tað:

Fyrst varð brotsspark dømt til NSÍ. Liðformaðurin og toppskjúttin Christian Høgni Jacobsen royndi seg úr ellivu metrum. HB málverjin tveitti seg til vinstru, men ólukkutíð fyri NSÍ, so setti Christian Høgni bóltin skeivu megin stólpan í hinum borðinum.

Ein minutt seinni økti HB um leiðsluna, so hon eftir 1. hálvleik er 3-1. Málskjútti var Fróði Benjaminsen, sum við rimmar langskoti úr næstan 30 metrum smekkaði bóltin í málið aftanfyri ikki heilt sakleysa NSÍ málverjan.

 

-------

 

40 min.

2-1

 

Eftir lítlari løtu er alt vent á høvdið í Gundadali. HB hevur skorað tvey mál innanfyri ein minutt.

Eftir at NSÍ hevði sett seg á spæli, varð brotsspark dømt til HB. Tað umsetti liðformaðurin Fróði Benjaminsen til mál og 1-1.

Sekundvísarin hevði ikki verið runt eina ferð, tá ið Rókur Jespersen legði HB á odda eftir frísparksframlegging, og eftir at Símun Samuelsen við høvdinum hevði stýrt bóltin inn fyri málið.

Serliga Klæmint A. Olsen hjá NSÍ hevur verið sera væl upplagdur.

 

 

-----

 

Tað er tætt og sera spennandi í fínu líkindunum í Gundadali, har toppliðini HB og NSÍ dystast.

Eftir ein hálvan tíma hevur NSÍ lagt seg á odda. Málskjútti var Klæmint A. Olsen, sum eftir skjótt uppspæl frá Christian Høgna Jacobsen og Boga Løkin smekkaði bóltin í málið aftanfyri Marcin Dawid.

HB hevur roynt at skunda sær, og teir í NSÍ taka sær góða tíð, bæði tá ið teir hava deyðbóltsstøður, og tá ið teir royna at varðveita bóltin og samanspæla.

HB hevur havt stórar møguleikar. Ikki minst

Rókur Jespersen og Rógvi Poulsen hava havt góðar møguleikar fyri HB, men teir hava ikki megnað at umsett til mál.

 

 

HB-NSÍ (3-1)

Dómari: Lars Múller

HB: Marcin Dawid - Levi Hannssen, Doddi, Vagnur Mohr Mortensen, Hendrik Rubeksen - Rógvi Poulsen, Milan Kuljic (Kári Nielsen), Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen - Rókur Jespersen, Andrew av Fløtum

NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Johan Troest Davidsen, Einar T. Hansen - Bogi Løkin, Jústinus R. Hansen, Jann Ingi Petersen (Àrni Frederiksberg), Heðin á Lakjuni - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen (Debus Danielsen)