HB hevur sett met í at skjóta mál

Ongantíð áður hevur FM vinnarin skorað so nógv mál, sum FM vinnararnir í HB hava gjørt, tá ið felagið tryggjaði sær meistaraheitið fyri 22. ferð

So er tað avgjørt. HB hevur tryggj­að sær FM heitið 2013, og harvið er mest vinnandi felagið av øllum meistari fyri 22. ferð.
Eftir 6. umfar var HB ovast á støðutalvuni, og síð­ani er einki annað lið rokk­ið upp á tindin. Undan síðsta umfarinum er HB fimm stig undan næsta kapp­ingar­neyt­anum, og tí kann ikki annað sigast, enn at talan er um sannførandi FM heiti.
Síðani stutta summar­steðg­in hevur tað ikki verið heilt so sannførandi, sum tað var nógvar ferðir undan steðginum. Úrtøkan burtur­úr ellivu teimum seinatu ferð­unum er hevur seks sigrar, tvær ferðir hevur verið javnt, og tríggjar ferðir tapti HB.
Fjarstøðan aftur til næsta kappingarneytan var eftir 12. umfar sjey stig. Síðani tá hevur ÍF verið næstfremst, og munurin hevur ongantíð verið minni enn tey fimm stigini, sum hann nú er, og sum er orsøk til, at tað undan síðsta umfarinum er greitt, at HB er meistari.

Málsøkið
Ofta hevur verið at hoyrt, at liðið, sum í gjár tryggjaði sær meistaraheitið, ikki eigur nakran rættuligan mál­slúk, boks­spælara ella okk­urt annað heiti, sum plagar at verða knýtt aftrat ein­um spælara, ið fram um hinar skorar eina rúgvu av mál­um.
Tað restar framvegis eitt umfar, og tí fer endaliga upp­gerðin hjá ársins meistaraliði at síggja øðrvísi út eftir túrin til Runavíkar leygardagin, tá ið steyp og gullkrónur fara at verða handað, enn hon sær út eftir 26. umfar.
Men tað er áhugavert at staðfesta, at meistaraliðið í ár hevur skorað fleiri mál enn øll onnur meistaralið, síð­ani tað í 1942 varð farið undir kappingina um føroya­meistara­skapin.
Síðani 2005 hevur kapp­ingin verið 27 umfør. Hægsta stigatalið hesi níggju ár­ini eigur B36, sum fyri tveim­um árum síðani vann FM við 67 stigum. Tað er so nógv hægsta stigatalið. Næst­hægsta stigatalið er tað hjá NSÍ, sum í 2007 vann FM fyri fyrstu og higartil einastu ferð við 61 stigum.
Inntil í gjár var mál­mun­urin hjá B36 meistaraliðnum í 2011 tann besti higartil. Nú eigur HB besta málmunin. Hann er 36 ella eitt betri, enn hann var hjá B36 fyri tveim­um árum síðani. Tað er møgu­leiki fyri, at HB missir hetta metið leygardagin í Runavík. Metið í at skora flest mál í einum kappingarári verður tó ikki tikið frá HB, sum hev­ur skorað 66 mál ella trý fleiri, enn B36 skoraði í 2011.
Tað sigur ikki so lítið um dygdirnar í álopspartinum, at meistararnir undan síðsta umfari hava skorað tólv mál fleiri enn silvurvinnararnir í ÍF, sum hava skorað næstflest mál.

Liðavrik
Tað kom mest sum burtur úr ongum, at Oddbjørn Joensen fekk ábyrgdina fyri HB lið­num. Í fjør kendist tað sum vónbrot, at HB um hesa tíðina stóð við bronsukrónunum, og nevndin gjørdi av at leita eftir øðrum venjara, eftir at tað var greitt, at Sigfríður Clementsen ikki fór at halda fram. Í fyrstu atløgu lá tað ikki í kortunum, at Oddbjørn Joensen skuldi verða venj­ari, men tað endaði við, at dreingja­liðsvenjarin í fjør skuldi hava ábyrgdina, og tað hevur gingið væl hjá Oddbirni at lyfta tunga HB arvin.
Venjarin hevur aftur og aftur undirstrikað, at um tað skuldi eydnast at vinna FM, so var neyðugt við liðavriki og rætta hugburðinum at ar­beiða og stríðast. Og so hev­ur hann lagt aftrat við stór­um sjálváliti, at um hetta gekk upp í hægri eind, so fór tað at røkka langt, tí lið­ið var mannað við bestu fót­bólts­spælarunum í landinum.
Hóast talan er um lið­avrik, so slepst ikki uttan um, at lyklaspælararnir hava verið støðugir. Teitur Matras Gestsson vann mál­verju­kappingina við Hans Jørgensen, sum ivaleyst stend­ur ovarlaga á listanum í fleiri øðrum feløgum, og Teitur hevur verið stinnur. Jóhan Troest Davidsen hevur verið stýrimaður í verjuni, og tað hevur riggað væl. Hetta er fjórða ferðin, at HB vinnur FM, síðani kappingin varð 27 umfør, og hesi árini hevur HB ikki vunnið FM við so fáum málum ímóti sær sum hesa ferð.
Á miðvøllinum hevur Fróði Benjaminsen enn eina ferð verið framúr sum stríðs­maður, bóltvinnari og bólt­spælari og sum málskjútti. Hann er toppskjútti við ellivu málum. Christian R. Mouritsen og Símun Samuelsen, sum ikki hevur spælt síðani 18. august í 20. um­fari í Klaksvík, hava skor­að níggju ferð í part.
Allir hinir hava gjørt sítt til, at tað í landskappingini gekk upp í eina hægri eind. Veteranurin Andrew av Fløtum var skaðaleysur og røkti týdningarmiklan leik­lut, Kristin R. Mouritsen og Heini Vatnsdal lyftu seg ordu­liga saman við Bárði Olsen, og í verjuni røkti Santos leiklutin í vinstru og Jógvan Rói Davidsen og Tróndur Jensen í høgru, með­an Gunnar Haraldsen og síðani Pál Mohr Joensen stóðu seg væl undir liðini á Jóhan Troest Davidsen. Higar­til í landskappingini er HB tíggju ferðir farið av vøll­inum, uttan at mál er skorað ímóti liðnum.
Og so vóru tað hinir, sum arbeiddu fyri søkini, tá ið teir fingu møguleikan – eitt nú Bárður Johnson Heinesen, Páll Mohr Joensen, Jógvan Andrias Nolsøe, Rógvi S. Holm og Magnus Egilsson.
Klekingin
HB formaðurin Finnbogi Arge hevur fleiri ferðir sagt, at málið er, at besta liðið skal vinna FM fyrst og fremst við spæl­arum, sum eru uppaldir í felagnum.
Seinastu árini hava nógv­ir, sum ikki eru uppaldir í HB, verið á besta liðnum, og soleiðis hevur tað eisini verið í ár. Millum teir sekstan, sum vóru á dómaraseðlinum í gjár, eru sjey uppvaksnir í HB og harvið níggju í øðrum fel­øg­um.
Sammett við onnur feløg plagar HB ikki at hava nógvar blaðungar spælarar á besta liðnum. Í ár hevur tað verið øðrvísi. Oddbjørn Joensen hevur givið trimum 16 ára gomlum møguleikan – Bartal Wardum, Heri H. Mohr og Hilmar Leo Jakobsen, sum allir í løtuni eru í Georgia við U17 landsliðnum.

Framtíðin
Hóast tað so at siga er vorðin gerandiskostur at vinna FM heitið, so var fagnaðurin stór­ur í HB leguni í gjár, og tey verða ivaleyst fleiri, sum leygardagin fara til Runa­víkar at vera eygnavitni, tá ið steyp og gullkrónur verða handað.
Næsta málið hjá felagnum verður at spæla seg víðari úr fyrsta innleiðandi um­far­inum í europeisku meistara­kappingini. Tað hevur HB ikki megnað higartil. Og so er tað einki at liggja omaná, at tað ikki líkar teimum í HB, at tað ikki síðani 2004 hevur eydn­ast at vinna kappingina um løg­manssteypið.
Við metnógvum málum eydnaðist tað at vinna 22. FM heitið, og tað er við fagnað­inum um tað, at nevndin í hesum døgum arbeiðir við at fyrireika næsta kappingarár, tá ið málið verður sett eitt vet hægri enn í ár, tá ið tað so sannførandi eydnaðist at vinna meistaraheitið.