HB hevur ov nógvar góðar spælarar

Vágbingar eru væl fyri, nú teir skulu taka ímóti oddaliðnum, har teir ikki hava havt summarfrí, og tí venja teir ikki so nógv nú, sum teir hava gjørt

HB skal til Vágs í morgin. Hetta er ivaleyst torførasta uppgávan teir eiga eftir á vegnum móti triðja FM heitinum á rað. HB hevur nógvu tey seinastu árini havt ilt við at fáa fult á Vágseiði. Undantakið var í fjør, tá ið teir vunnu 3-2, eftir at teir høvdu verið frammanfyri 2-0, og VB so var komið afturíaftur. Stóri maðurin á Vágseiði ta ferðína var Andrew av Fløtum, sum skoraði øll trý HB málini.
Andrew av Fløtum er ikki longur í HB, men teir tykjast kortini ikki hava trupulleikar við málskjótingini, sum fyrst og fremst Rógvi Jacobsen og Heine Fernandez hava tikið sær av.
            Í flestu feløgunum høvdu spælararnir frí frá venjingunum eina og tvær vikur, eftir at síðsta umfarið í landskappingini varð spælt undan summarsteðginum. Soleiðis var tað ikki í HB. Orsaka av steypakappingini og Europa Cup hava teir ongan steðg havt. Í HB hava teir vant fýra ferðir um vikuna. Men seinastu fjúrtan dagarnar hava teir vant tríggjar ferðir um vikuna. Teir siga seg royna at ansa eftir, at spælararnir ikki troyttast ov nógv, uttan at hetta tó skal ganga út yvir fyritreytirnar at vera væl fyri í FM stríðnum.
            Allir HB spælararnir eru tøkir undan ferðini til Vágs. Í HB er kappingin um plássini stór. Tað sást eitt nú aftur í, at tað síðsta sunnudag, tá ið HB hevði vitjan av EB/Streymi, ikki var pláss á dómaraseðlinum fyri Róki Jespersen, Eli Thorsteinsson og Hendrik Rubeksen, sum allir hava víst seg at hava 1. deildarstøði, tá ið teir hava fingið møguleikan.
 
VB væl fyri
Við teprum tapi á Skála mistu vágbingar nógv í stríðnum fyri at vinna heiðursmerkir. Men úr Vági verður sagt, at lagið er gott, og at teir gleða seg til at fáa vitjan av HB. Teir dystirnir eru altíð nakað serligt, og teir siga seg ikki duga at síggja, at tað skal vera nakað øðrvísi hesa ferð.
            Allir VB spælararnir eru tøkir. Dan Djurhuus var leikbannaður fyri viku síðani. Jón Pauli Olsen spældi í hansara plássi á Skåla.            Ofta hevur tað verið soleiðis í Vági, at fleiri av spælarunum á besta liðnum hava verið norðanfyri í arbeiðsørindum ella í skúla. Tað hevur so aftur havt við sær, at tað hevur verið torført at skipa venjingarnar, ella at tað hevur verið neyðugt at venja í fleiri støðum. Soleiðis er tað ikki nú. Allir VB spælararnir hava í hesi vikuni vant á Vágseiði.