HB hevur í kvøld verið partur av 1-1 javnleiki suðuri í Gibraltar. Mótstøðuliðið var Lincoln, sum var fyrsta umboð hjá Gibraltar í europeiskari liðkapping nakrantíð. Tað gekk betri hjá Lincoln, enn tað gjørdi, tá ið føroyskt lið fyri fyrstu ferð royndi seg í europeisku meistarakappingini. Tað var fyri 22 árum síðani, tá ið KÍ á heimavølli tapti 3-1 ímóti Skonto Riga.
Úrslitið í kvøld ber við sær, at vánirnar hjá HB at spæla seg víðari í kappingini mugu metast at vera hampuliga góðar. Tað var týdningarmikið ikki at tapa, og tað var sera týdningarmikið hjá HB, at tað eydnaðist at skjóta mál á útivølli.
Lincoln legði seg framum í 18. minutti við brotssparki.
HB hevði yvirvág tað mesta av tíðini, hóast leikliga avrikið ikki var heilt sannførandi. Í fleiri førum vóru sendingarnar ikki nóg neyvar, og tað bar møguleikar fyri skjótum mótálopum við sær hjá heimaliðnum, sum fyri tað mesta hevði nógv fólk aftarlaga á vøllinum.
Men tað var lítil broddur í álopsspælinum hjá Lincoln, og tað var heldur ikki so nógv tyngd í álopunum hjá HB. Eftir steðgin var HB greitt omaná, og tá ið tað restaðu tjúgu minuttir eydnaðist tað at javna. Málskjútti var Levi Hanssen, sum í útgangsstøðu í kvøld var fremsti maður í høgru. Eftir skjótt álop og sending frá Kristini R. Mouritsen, sum var fremstur í vinstru, setti Levi Hanssen bóltin í heimamálið.
Fram ímóti dystarenda kendust heimamenninir ikki sørt frustreraðir. Teir gjørdu nógv fríspørk og sóu tríggjar ferðir gula kortið. Alex José dos Santos, sum í kvøld var vongverji í vinstru, var einasti HB spælarin, sum sá gult.
Um eina viku verður avgjørt á Tórsvølli, um tað verður HB ella Lincoln, sum skal spæla í øðrum innleiðandi umfari í europeisku meistarakappingini.
-----
LIÐUGT
1-1
90) 1-1
2 minuttir lagdir aftrat.
Clark sær gult fyri fríspark.
89) 1-1
Leikliga er HB greit omaná, og fleiri ferðir eru okkara menn í brotsteiginum hjá mótstøðumonnunum, uttan at tað er heilt vandamikið. Heldur ikki tá ið Santos legði fríspark innfyri úr høgru.
85) 1-1
Poul Ingason er komin á vøllin í staðin fyri Kristin R. Mouritsen.
J. Chipolina sær gult fyri fríspark.
80) 1-1
Santos sær gult fyri at gera fríspark tríggjar metrar uttanfyri brotsteigin. Frísparkinum bilti einki, men Teitur M. Gestsson bjargaði væl til horna, sum einki spurdist burturúr.
76) 1-1
L. Casciaro hjá heimaliðnum sær gult fyri frispark.
72) 1-1: Levi Hanssen 71.
So hevur HB javnað. Eftir skjótt uppspæl og sending frá Kristini R. Mourtsen setti Levi Hanssen bóltin í málið. Stórur fagnaður í HB leguni yvir týdningarmikla málið á útivølli
66) 1-0
So var HB heilt tætt við. Uppspæl í høgru endaði við, at René S. Joensen legði flatt út frá baklinjuni, men úr góðari støðu og eitt sindur kroystur sendi Jóan Símun Edmundsson bóltin skeivu megin handara stólpan.
63) 1-0
Heimaliðið heldur nógv fólk á egnari hálvu. Tað ræður fyrst og fremst um at varðveita tepru leiðsluna og at binda fyri, at tað skal eydnast HB at skora týdningarmikla málið á útivølli.
60) 1-0
Kristin R. Mouritsen roynir seg við skoti úr vinstru, men bólturin verður blokeraður til horna, sum einki spyrst burturúr.
Tað gongur framvegis sera striltið hjá HB at samanspæla frammarlaga á vøllinum.
53) 1-0
HB er meiri á bóltinum, men samanspælið er ikki sannførandi. Higartil í 2. hálvleiik hevur hvørgum partinum eydnast at spæla seg til upplagdan málmøguleika. Nær við var tað, tá ið Fróði Benjaminsen eftir innlegg úr vinstru var um reppið at fáa høvdið á bóltin, men málverjin var fyrri á honum.
46) 1-0
Teir somu eru aftur á vøllinum, sum vóru tað í 1. hálvleiki.
1-0
HB er í hvítum troyggjum og reyðum buksum. Lincoln spælararnir eru í búna, sum er nett tann sami, sum HB plagar at spæla í. Troyggjurnar eru stríputar – reyðar og svartar – og buksurnar eru hvítar.
Tað er eitt lítið lot, og líkindini at spæla fótbólt eru ógvuliga góð.
Eitt sindur undarligt kennist tað, at ein flogvøllur er dygst aftanfyri málið, sum HB í 1. hálvleiiki hevur spælt ímóti!
HÁLVLEIKUR
1-0
Heimaliðið er frammanfyri 1-0, nú tað er hálvleikt í Gibraltar. Síðstu lítlu løtuna var heimaliðið nærri við. Lincoln hevði tvey horna, men tað spurdist einki burturúr. HB er nógv betri í luftspælinum. Í fyrra førinum varð bólturin beindur eitt sindur út um brotsteigin, og so smekkaði K. Casciaro til. Skotinum bilti einki, men Teitur M. Gestsson bjargaði til horna.
42) 1-0
HB hevur leikliga yvirvág, men tað gongur striltið at leggja vandamiklar sendingar í brotsteigin.
38) 1-0
Tað eru møguleikar í báðum endum. Jóan Símun Edmundsson hevur havt eina roynd, og síðani var tætt við, at heimaliðið eftir uppspæl í høgru økti um leiðsluna.
35) 1-0
HB hevur nú sett mótstøðumálið undir trýst. Eftir roynd hjá Fróða Benjaminsen brast bólturin í málkarmin, og so hevði Levi Hanssen góða roynd.
33) 1-0
HB hevur betri tak á, og enn eina ferð var Heini Vatnsdal tætt við, men verjan vardi fyri.
31) 1-0
HB hevur misnýtt stóran møguleika. Tróndur Jensen legði horna innfyri, og Heini Vatnsdal sendi bóltin við síðuna av málinum.
28) 1-0
Eftir fríspark og innlegg roynir Kristin R. Mouritsen seg við skoti, men verjan blokerar til horna.
26) 1-0
Tað eru framvegis nógvir nærdystir og stutt millum frísparkini. HB hevur bara havt eina roynd á málið – tann hjá Tróndi Jensen beinanvegin.
22) 1-0
Fyrsta málið yvirhøvur í europeisku kappingunum ger, at lagið er avbera gott kring og á vøllinum, og heimamenninir eru grammir.
19) 1-0: J. Chipolina br 18.
Kristin R. Mouritsen ger brotsspark, sum verður umsett til mál.
15) 0-0
Nærdystirnir eru nógvir, og tað er tætt millum frísparksdómarnar.
10) 0-0
Hitastigini eru eitt vet omanfyri 20.
Lincoln hevur tiltuskað sær fyrsta hornasparkið, men tað spurdist einki burturúr. Eftir innleggið fór bólturin við síðuna av málinum.
5) 0-0
Tróndur Jensen, sum í kvøld er verjukendur miðvallari hjá HB, hevur havt fyrstu skotroyndina, men málverjin bjargaði.
Nú klokkan 19 bríkslar belgiski dómarin, Alexandre Boucaut fyrstu ferð á Victora stadion í Gibraltar. Talan er um søguliga avbjóðing hjá tólv falda meistaraliðnum Lincoln. Gibraltar er nýggjur limur í FIFA, og hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at felag í Gibraltar skal royna seg í europeisku kappingunum.
HB ferðalagið er væl fyrireikað til dystin, og HB eigur nógvar royndir í altjóða uppgávum.
Heðin Askham hevur broytt liðið eitt sindur, tá ið sammett verður við uppstillingina, sum hon oftast hevur verið í landskappingini. René S. Joensen er vongverji í høgru og ikki Jógvan Rói Davidsen, sum hevur røkt hesa ódnina mesta partin av kappingarárinum, og í hinum borðinum er Alex José dos Santos vongverji og ikki Pál Mohr Joensen, sum hevur verið tann drúgvari á hesum plássinum.
Lincoln-HB kl. 19.00
1.undanumfar í europeisku meistarakappingini
HB: Teitur Matras Gestsson – René S. Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm, Alex José dos Santos – Fróði Benjaminsen, Tróndur Jensen , Heini Vatnsdal – Levi Hanssen, Jóan Símun Edmundsson, Kristin R. Mouritsen
Á beinkinum: Thomas Knudsen, Bartal Wardum, Pál Mohr Joensen, Jógvan Rói Davidsen, Andrew av Fløtum, Teit Jacobsen, Poul Ingason
Venjari: Heðin Askham