HB hevði ongan kjans

champions league - Við nógva hitanum og sterkari mótstøðu ímóti sær, munaði HB einki í útidystinum í gjárkvøldið ímóti FC Red Bull Salzburg, sum vann ein greiðan og uppibornan 5-0 sigur

Sum fryktandi var fyri áðrenn, gjørdist talan um ein dyst, har HB mestsum alla tíðina rann aftaná og ongantíð fótaði sær. Við kvikum og skjótum álops­spæli setti FC Red Bull Salzburg dagsskránna á heimavøllinum og kundi saktans havt vunnið uppaftur meira.
Hagtølini aftaná søgdu, at vertirnir høvdu heilar 26 skot­royndir, meðan HB bara hevði fýra, sum allar komu av mið­vøllinum, tí Fróði Benjaminsen átti tvær av teimum og Milan Kulic ta einu, umframt at Rógvi Poulsen hevði eitt skot, sum ikki rakti málið.
– Hetta var sjálvandi eitt øgiliga gott lið, sum vit spældu ímóti, men vit gjørdu eina rúgvu av feilum, og tá verður tað uppaftur tyngri. Haraftrat var tað tungt at spæla í hit­anum, tí meðan dysturin var, vóru um 30 hitastig. Men skalt tú hava úrslit burtur úr slík­um dystum, mugu allir vera førir fyri at geva minst 100 pro­sent, og tað megnaðu vit ikki, sigur Fróði Benjaminsen, lið­formaður hjá HB.
– Teir vóru frammanfyri 2-0 í hálvleikinum, men tá teir so skoraðu til 3-0 beinanvegin í seinna hálvleiki, var tað fyri okkum sum at fáa ein framm­aná, tí vit høvdu í steðginum tosað um, at vit – um ikki annað – skuldu royna at vinna seinna hálvleik ella at halda teimum frá at skora. Tað eydnaðist ikki, so tí gjørdist mótbrekkan øgilig.
HB megnaði at halda tætt í góðar 20 minuttir, so kom fyrsta málið. Stutt fyri hálv­leik kom so eitt aftrat, og bein­anvegin í seinna hálvleiki fekk FC Red Bull Salzburg tað triðja. Eitt korter seinni var 4-0, og átta minuttir fyri dystar­enda staðfestu vertirnir 5-0 sigurin.
– Tað er sjálvandi ikki long­ur ein spurningur um at koma víðari, men á heimavølli fara vit eisini at royna vinna. Tá krevst sjálvandi, at allir eru klár­ir, tí tað verður ikki lætt. Men um ikki annað, so sleppa vit nokk undan at spæla í 30 hita­stigum tá, staðfestir HB-lið­formaðurin.