HB er einasta føroyska ferðalagið, sum framvegis eigur pláss í europeisku kappingunum.
Tíðliga sunnumorgunin fór HB ferðalagið úr Vágum, og í gjár var løtt venjing á skránni, eftir at ferðalagið var komið til høvuðsstaðin í Montenegro. Í kvøld verður venjing á vøllinum, har dysturin ímóti Podgorica verður týskvøldið klokkan 19 føroyska tíð.
Og tað skal valdast summar og hita, sum HB spælararnir arbeiða í. Í dag skínur sólin og okkurt skýggj er at hóma. Hitastigini eru 37, og forsøgnin sigur, at tað verður uppaftur heitari í morgin. Tá verður sagt frá heiðum himni og 39 hitastigum.
Í nátt vóru 22 hitastig, og næstu nátt verður sagt frá 24 hitastigum.
Tá ið dysturin verður spældur klokkan 19 føroyska tíð í annaðkvøld man hitin fara at vera um 30 stig.
Fyri føroyskan fótbólt og millumrokningina, sum ger av, um trý ella fýra føroysk feløg næstu árini skulu hava rætt at kappast í Europa, hevur tað týdning, at HB vinnur úrtøku ímóti Podgorica – við at vinna ella at spæla javnt. Men høvuðsmálið við HB vitjanini í høvuðsstaðnum í Montenegro er samantalt at vinna báðar dystirnar. Útgangsstøðan hjá HB er góð, tí í Gundadali vann HB hóskvøldið 4-0.