HB fekk fult í Klaksvík

Fótbóltslagið í Klaksvík er ringt, hóast tað er dýrdarveður, og hóast hýrurin leingi var góður kring vøllin.

HB vann 2-1. Sigursmálið skoraði Mortan úr Hørg, tá ið tað restaðu sjey minuttir. Símun Joensen legði KÍ framum í 9. minutti, og Andrew av Fløtum javnaði til 1-1, tá ið tað restaði eitt lítið korter.

HB hevur eftir trý umfør fulla úrtøku, meðan KÍ einki stig hevur fingið.