TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina Fótbóltspanelið, ið var partur av SportBoxini á FM1 seinnapartin.
Gestur var Oddbjørn Joensen. Vertur var Tróndur Arge. Medvertur og tøkningur var Heri Simonsen.
Evnini sum vóru til viðgerðar í dag:
1) Ferðin hjá Oddbirni Joensen o.ø. Tottenham-fjepparum til dystirnar Tottenham-Leicester 3-1 og Tottenham-Borussia Dortmund 3-0 á Wembley leikvøllinum í London.
2) Dysturin Manchester United-Liverpool komandi sunnudag. Oddbjørn heldur, at talan er um eina 50-50 uppgerð, ið er ring at spáa um.
3) Hvønn Oddbjørn metir endar á plasseringunum nr. 6, 7, 8, 9 og 10 í Betrideildini hjá monnum í ár. Her væntar Oddbjørn m.a. , at AB endar á einum sjeynda plássi.
4) Hvønn væntar Oddbjørn endar á plasseringunum nr. 1, 2, 3, 4 og 5 í Betrideildini hjá monnum í ár. Her væntar Oddbjørn, at HB endar nummar eitt, men hann væntar avgjørt eina javnari kapping enn í fjør.
Nøkur orð fullu eisini um heilsustøðuna hjá Oddbirni, ið gongur við høkjum í hesum døgum.