HB er føroyameistari

Við sigri á Argjum hevur 07 Vestur trýst AB aftur á niðasta plássið

HB hevur við 2-1 sigri í dýrdarveðrinum í Klaksvík í dag tryggjað sær 23. FM heitið.

Øll málini vórðu skorað í seinna hálvleiki.

HB hevur so væl og virðiliga vundið burtur úr øllum hinum liðunum. Hóast KÍ tapti í dag, so er KÍ framvegis næstfremst. Tað eru sekstan stig frá HB og aftur til næstfremsta plássið.

 

HB spælararnir hava latið seg í troyggjur, sum bera boð um, at HB er meistari. Ein rúgva av HB fjepparum eru í Klaksvík, og lagið er gott í fína heystarveðrinum.

 

NSÍ tók eitt stig inn á KÍ í kappingini um silvurkrónurnar. Tað endaði 2-2 í Trokngisvági, har Árni Frederiksberg skoraði bæði NSÍ málini við rimmar langskotum.

 

Í botnstríðnum fall AB niður á botn. 07 Vestur vann 2-1 á Argjum. Bæði 07 Vestur málini vórðu skorað kring steðgin, og tað vóru útlendsku spælararnir, sum stóðu fyri teimum. Ken Fagberberg skoraði undan steðginum og Sonny Jakobsen eftir steðgin.

Jobin Drangastein minkaði um munin, men tað eydnaðist ikki AB at javna.

 

Klokkan 17.15 verður fyrsta bríksl í Gundadali, har B36 hevur vitjan av EB/Streymi.

 

KÍ – HB 1-2 (0-0)

0-1: Ari Mohr Olsen

0-2: Jógvan Skeel Nolsøe

1-2: Kristoffur Jakobsen

 

Víkingur – Skála 2-2 (0-1)

0-1: Søren B. Nielsen

0-2: Brian Jakobsen

1-2: Philip Djordjevic

2-2: Adeshina Lawal

 

AB – 07 Vestur 1-2 (0-1)

0-1: Ken Fagerberg

0-2: Sonny Jakobsen

1-2: Jobin Drangastein

 

Suðringar – NSÍ 2-2 (2-1)

0-1: Árni Frederiksberg

1-1: Pape Mamadou Faye br

2-1: Dánjal Godtfred

2-2: Árni Frederiksberg

 

B36 - EB/Streymur kl. 17.15

 

HB (FM)232012491661
231436391845
NSÍ231346472043
B36211245432740
Víkingur231157373038
Skála237511253226
Suðringar236413233722
EB/Streymur224810243620
07 Vestur224117225613
AB233317114812

 

24. umfar

Sunnudagin 30. september

KÍ - AB

EB/Streymur - HB

Víkingur - B36

NSÍ - 07 Vestur

Suðringar - Skála