HB biður umbering fyri avboð

1. deildarliðið hjá HB gav í dag avboð til dyst í Vági. Orsøkin var, at felagið fekk ikki mannað næstabesta liðið. HB hevur nú sent eina fráboðan út, sum ljóðar soleiðis:

 

?Nevndin í HB og venjarin hjá 1. deildarliðnum hjá monnum skulu við hesum siga frá, at tey harmast støðuna, har ið avgerð mátti takast um, at 1. deildarliðið ikki fór suður til Vágs at leika dyst ímóti VB-Sumba í dag.

 

Orsøkin til avlýsingina vóru fleiri samanfallandi umstøður, ið høvdu við sær, at venjarin til hendan dystin bert ráddi yvir 10 leikarum við nøktandi dystarvenjing.

 

Hesar umstøður vóru arbeiði, feria, Europa Cup, framskundaður dystur og fráflyting av leikarum.

 

Leikararnir á 1. deild (2. liði) eru ikki sáttmálabundnir, og tí kemur tað onkuntíð fyri, at leikararnir mugu raðfesta arbeiði og feriu fremri enn fótbóltin.

 

Onkur leikari var eisini læstur orsakað av framskundaðum dysti hjá Vodafone-liðnum, og Vodafone-hópurin kom ikki aftur av Kypros fyrr enn seint fríggjakvøldið eftir at hava ferðast í 20 tímar.

 

1. deildarhópurin er eisini ávirkarður av, at nakrir leikarar fóru til onnur feløg í summarsteðginum.

 

Tá ið alt hetta er sagt, skal verða undirstrikað, at nevndin als ikki metir íkomnu støðuna vera nøktandi.

 

Í samráð við venjaran verða tí neyðug stig tikin til, at hetta ikki kemur fyri aftur.

 

Vit biðja hini liðini í 1. deild eins og FSF um umbering fyri støðuna.

 

Við fótbóltskvøðu

 

Havnar Bóltfelag?