Chelsea vann í dag greitt 3-1 á Arsenal í Premier League. Við sigrinum heldur Chelsea fram við at halda frástøðu niður til hini liðini í oddinum. Arsenal hevur nú 12 stig upp til Chelsea.
Chelsea kom á odda í fyrra hálvleiki, tá fyrst Diego Costa rakti yvirleggjaran, áðrenn vinstri vongbakkurin Marcos Alonso stútaði bóltin í málið. Tíðliga í seinna hálvleiki dribblaði Eden Hazard frá allar verjuni hjá Arsenal og skoraði til 2-0.
Móti endanum staðfesti fyrrverandi miðvallarin hjá Arsenal, Cesc Fabregas, dystin við bleytum skoti uttanfyri brotssteign, eftir at fyrrverandi málverjin hjá Chelsea, Petr Cech kiksaði eitt útspark. Arsenal minkaði um munin í seinastu minuttunum, tá innskifti Oliver Giroud stútaði eitt innlegg í mál.
Chelsea er nú 12 stig fremst, meðan Tottenham á øðrum plássi spælir í kvøld.