Havstovan royndarkoyrdi í gjár nýggjan sjóhitamátara.
Talan er um eitt tól, ið skal setast á havbotnin norðan fyri Føroyar, at máta sjóhitan.
Karin Margreta Larsen, havfrøðingur, sigur at endamálið við hesum tólunum er at máta sjóhitan í norðuratlantiska streyminum norðanfyri Føroyar. Ætlanin er at seta tvey slík tól út, umframt ein størri streymmátara.
Havstovan hevur fýra tól standandi norðan fyri Føroyar. Hetta er ein liður í eini stórari evropeiskari verkætlan, NACLIM, ið kannar veðurlagsbroytingarnar í norðuratlantshavi.
- Føroyar liggja sera væl til, at vera við í slíkum kanningum, sigur Karin Margreta Larsen. Norðanfyri Føroyar fer heiti streymurin á veg norðureftir, meðan hann, eftir at hann er kølnaður, fer framvið Føroyum vestanfyri, á veg suðureftir aftur.
Grundstøðið undir verkætlanini er, at broytingar í sjónum í norðuratlantshavi hava stóra ávirkan á veðurlagið, fyrst og fremst í Evropa, men eisini longur burtur.
Karin Margreta Larsen sigur at nýggju tólini eru væl minni enn gomlu streymmátararnir, og væl einfaldari at hava við at gera. Fyri at lesa dáta frá gomlu streymmátarunum, má Magnus Heinason út eftir teimum, taka teir upp og sigla til lands við teimum. Síðani kann Havstovan lesa dáturnar, áðrenn Magnus Heinason fer út aftur við streymmátarunum.
- Nýggju tólini hava ein innbygdan sendara. Triðja hvønn mánað fer Magnus Heinason út og lorar eitt modem niður móti tólinum. Modemið heintar so dátuni frá tólinum, sum so verða send beinleiðis til Havstovuna. Hetta merkir, at vit fáa nógv neyvari dátu, tí nýggju tólini skráseta dátuni oftari enn gomlu, eins og at tey verða dagførd oftari. Harumframt verður tað væl bíligari, sigur Karin Margreta Larsen.










