Havsbrún keypir nógvan svartkjaft

Fleiri svartkjaftaskip hava landað til Havsbrún hesa vikuna.

Tróndur í Gøtu og Jupiter, sum fiska svartkjaft, fóru at sigla av fiskileið og móti Fuglafirði mánadagin.

 

Skipini hava fiskað í altjóða sjógvi vestur úr Írlandi - ella á umleið 55N og 15V.

 

Bæði Tróndur í Gøtu og Jupiter hava fulla last. Tróndur í Gøtu var inni fyrr í vikuni og fekk væntandi landingartørn á Havsbrún í dag.

 

Jupiter var væntandi inni í dag og sleppur helst framat at landa um middagsleitið í morgin.

 

Tað tekur umleið eitt samdøgur at landa hvørt av skipunum. 

 

Finnur Fríði kom eisini á Fuglafjørð fyrst í hesi vikuni og bíðar eisini eftir landingartørni.

 

Teir hava roynt eftir svartkjafti í altjóða sjógvi vestur úr Írlandi - á uml. 55N og 15V, og fiskiskapurin á leiðini hevur verið góður.

 

Myndin av Finni Fríða er tikin, tá skipið fullfermt legði til bryggju í Fuglafirði.