Alifóður
Tá føroyska alivinnan fyri nøkrum árum síðan lá lágt í sjónum, minkaði eftirspurningurin eftir fóðuri millum føroyskar alarar rættiliga nógv.
Neyðugt var hjá virkinum Havsbrún í Fuglafirði í størri mun at leita sær út um landoddarnar at selja sína fóðurframleiðslu, og hetta eydnaðist eisini.
Odd Eliasen, leiðari á fóðurdeildini hjá Havsbrún, vísir á, at meðan útflutningurin av føroyskum alifóðuri fyri nøkrum árum síðan var eini 20.000-25.000 tons um árið, var útflutningurin í fjør bert eini 3.000 tons.
Samlaða nýtslan av alifóðuri í Føroyum er eini 60.000 tons um árið, og tá er hetta fóður til fisk, sum er settur út. Av fóðuri til smolt ella startfóðuri er ársnýtslan eini 1.000 tons.
- Nú gongd er komin á aftur hjá føroysku alivinnuni, og eftirspurningurin eftir fóðuri soleiðis er vaksin, brúktu vit at kalla alla orkuna á virkinum í fjør til at nøkta tørvin á heimamaknaðinum.
Odd ásannar, at Havsbrún hevði ikki orku til at framleiða somu nøgdir til útlendska marknaðin so hvørt, sum føroyska alivinnan aftur fekk fótin fyri seg.
- Vit valdu tí at taka føroyska marknaðin fram um og nøkta hann fyrst, staðfestir leiðarin á fóðurdeildini.
Størri framleiðsluorka
Nú fóðurdeildin hjá Havsbrún er útbygd og nútímansgjørd við tveimum nýggjum turkum og betri tøkni, er framleiðslukapasiteturin eisini øktur úr umleið 60.000 tonsum upp í eini 90.000 tons um árið. Haraftrat kemur, at nýggi útbúnaðurin eisini fer betri við fóðurinum.
Hetta eru íløgur fyri einar 25 miljónir krónur.
Vit spurdu tí Odd, um tað er hugsandi, at virkið í størri mun aftur fer at leita sær út um landoddarnar fyri at gera størri nýtslu av økta kapasitetinum.
- Vit fara ikki at leypa fram av. Hetta er ein tíð við skiftandi gjaldoyrisviðurskiftum og ótryggum fíggjarmarknaði, og tí hugsa vit eisini um tann váða, sum er í at satsa alt ov nógv uttanlands í løtuni.
Minkandi rávøra
Ein annar spurningur, sum eisini er vorðin meira og meira aktuellur, sigur Odd er rávøran, sum er minkandi, nú svartkjaftakvotan hjá skipunum er so nógv skerd.
- Tað er sjálvandi spell, at kvoturnar eru skornar so nógv, men vit hava eisini møguleikan at keypa rávøru til eitt nú fóður uttanlands. Hetta kann gerast neyðugt, um rávøran framhaldandi fer at minka.
Leiðarin á fóðurdeildini sigur, at tað í stóran mun er mjøl og lýsi, ið gongur inn sum rávøra í framleiðsluna av fóðuri, og tað er serliga lýsi, sum framleiðslan kann koma at stranda upp á.
- Sjálvandi kunnu vit keypa hesa rávøru fyri somu prísir, sum okkara kappingarneytar keypa hana fyri. Vit eru sum so ikki í verri støðu enn teir, leggur hann aftrat.
Sera framkomið
Odd Eliasen, sum hevur starvast á Havsbrún í meira enn 20 ár, vísir á, at hetta er eitt sera framkomið virkið, sum avgjørt ikki nýtist at tapa í kappingini við onnur virki av hesum slagi.
- Vit hava eitt toppmodernað virkið, sum hann tekur til.
Á fóðurdeildini starvast eini 20 fólk burtur av í hesi framleiðslu.
Samlaða talið av ársverkum á Havsbrún hevur í fleiri ár ligið millum 90 og 100, og eitt nú í 2003 og 2004 lá talið beint omanfyri 100.
Havsbrún – ein risi
Í føroyskum vinnulívshøpi er Havsbrún ein risi, um vit so kunnu siga.
Sølan av úrdráttum hjá virkinum hevur í fleiri ár ligið millum slakar 400 miljónir krónur og upp í slakar 700 miljónir krónur um árið.
Árligu ráfiskanøgdirnar, sum virkið keypir til sína framleiðslu, hava okkurt árið ligið omanfyri 300.000 tons, men í løtuni bendir mangt á, at virkið ikki kann vænta sær so nógvan fisk tey komandi árini.
Rakstrarliga hevur Havsbrún eisini staðið seg rættiliga væl í fleiri ár – við rímiliga stórum avlopum á hvørjum ári.