Leygardagin legði Christian í Grótinum eitt nýtt kapittul aftrat føroyskari fiskivinnusøgu, sum annars er sera hendingarrík.
Hendan dagin var nótaskipið á Fuglafirði við 1600 tonsum av lodnu, sum teir løgdu upp til Havsbrún. Skipið hevur áður ført til lands og landað nógvar lodnulastir undan hesari, men tað serstaka við júst hesari lastini, er, at hon er veidd í føroyskum sjógvi, nær markinum til Íslands.
- Hetta er fyrstu ferð i søguni, at vit hava keypt lodnu undan Føroyum, ásannar Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún.
Christian í Grótinum, sum var skipið, ið rakti við lodnuna, er farin aftur í føroyskan sjógv at royna.
Krúnborg og Tróndur í Gøtu
Men tað er ikki bara Christian í Grótinum, sum hevur landað føroyska lodnu til Havsbrún seinastu dagarnar.
Fyrr í vikuni var Tróndur í Gøtu á Fuglafirði við 1200 tonsum, harav teir høvdu fiskað meginpartin í føroyskum sjógvi.
Sum skilst, var Krúnborg eisini á leiðini við markið til Íslands. Teir landaðu hendan túrin í Íslandi, tí teir skuldu kortini til Íslands eftir reiðskapi.
Bergur Poulsen sigur, at nótaskipini hava væl av lodnukvotu eftir í íslendskum sjógvi og møguliga í grønlendskum sjógvi, og minkar fiskiskapurin í føroyskum sjógvi, fara tey í íslendskan sjógv at royna.
- Skipini hava kvotu eftir til fleiri túrar, sigur hann.
Tá ið tey gevast á lodnuveiði, fara tey aftur at fiska svartkjaft.
Christian í Grótinum tann fyrsti
Bergur Poulsen sigur, at tað hevur verið friðarligt á Havsbrún tað, ið farið er av hesum árinum, og tað var Christian í Grótinum, sum kom við fyrstu lastini í ár.
- Men vit hava eisini havt brúk fyri hesi tíðini, tí nógv hevur verið at farið um á virkinum, sigur stjórin at enda.