Fiskivinnustevna
- Vit royna at skapa góðar karmar fyri Fish Fair. Busssamband, taxabilar, parkeringspláss, toilettviðurskifti, rudding, og tílíkt skal vera í ordan, sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjórin heldur, at hotellkapasiteturin er rímiliga góður, og at matstovuumhvørvið er gott. Heðin Mortensen sigur, at tað er ofta tílíkt, sum stevnuluttakarar vilja hava í ordan.
- Teir er eisini týdningarmikið at hava nakað at bjóða aftaná. Eg hugsi um tað sosiala, tað mentanarliga, har mann kann uppliva nakað, sigur Heðin Mortensen.
- Vit ætla at gera okkara fyri at vísa á, hvørjir vinnumøguleikar eru í Havnini. Vit vilja selja Havnina so gott sum vit kunnu, og vísa á teir facilitetirnar vit hava, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
- Tórshavnar kommuna hevur eisini ein bás á stevnuni. Tað liggur í tí, at vit eru líkasum høvuðssponsor til stevnuna, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.