Havnin sum lokomotivið í Føroyum

Vit skulu gera Havnina til lokomotivið í Føroyum – býurin skal verða fyrimynd hjá restini av landinum. Ein hábærsligur høvuðsstaður. Havnin skal vísa á nýggjar leiðir og skal, tá ið á stendur, verða landsstýrinum ein góður vegleiðari

Havnin skal í tign og virkisfýsni kappast við býir sum Reykjavík og Bergen, fyri at nevna týdningarmiklar býir nærhendis okkum. Vit kundu eisini bara latið staðið til og enda sum Lerwick í Hetlandi, eitt stað, ið er eyðkent av stillstandi og manglandi framtíð, tí ungir hetlendingar, ið eru virkisfúsir velja sær ein annan bý at realisera sínar dreymar í – teir flyta til Aberdeen ella Edinburgh, eins og nógv av okkara ungu flyta til Keypmannahavnar og aðrastaðni at fáa luft undir veingirnar. Hetta er ikki okkara kós.

Vit seta kósina fram ímóti einum samfelagi og einum høvuðstaði við so stórari uppdrift, at flogið ongastaðni roynist betur enn júst her. Ein høvuðsbýur føroyinga, sum skal ganga fram í øllum lutum. Ein høvuðsborg, sum skal útstrála sjálvbjargni, álit á framtíðina og á ein samstundis stórbæran og fjálgan hátt skapa eitt umhvørvi, ein karm, um eitt virkisfýst og gott býarlív hjá ungum sum eldri, kvinnum sum monnum.

 

Miðbýurin – frá Kongabúnni til Gundadal

At røkka hesum málum krevst at strukturera miðbýin frá Kongabrúnni til Gundadal og tætta miðbýin við bygging (‘fill in’ sum sagt verður á enskum), skapa karmar fyri meiri virksemi í miðbýnum, mentunarligt og handilsligt. Til tess at náa hesum verður gjørdar serstakar byggisamtyktir – hetta eigur at gerast uttan at fella trø.

Hetta verður alt gjørt við virðing fyri verandi húsum og gamla umhvørvinum. Serlig hús og býareyðkenni verða varðveitt og fjálgað um; vit kunnu nevna slíkt sum Gamla Bókhandil, Býráðshúsini og Sparikassan v.m. Gamla, fjálga Havnin, sum vit hava kent hana í mannaminnir, skal síggjast aftur í heildini hóast frameftir á ein hátt, ið sigur frá nútíðar anda, pulsi og virksemi.

Handilslívið í miðbýnum skal í hesi tilgongd fáa munandi betri karmar at virka í. Handilsøki innandura og úti á gøtuni verða at virka saman við glastaktum plássum, gøtum og gongubreytum við góðum karmum fyri matstovum, pub’um, kaffi- og dansistøðum og øðrum støðum, har ungfólk og fólk við einum ungum hjarta møtast.

Fyri at fylgja øllum hesum upp og skapa trivnað, verða gongubreytir, pláss og Gongugøtan flísaklødd og skrýdd við plantum og trøum. Einki træ verður felt, men fleiri verða plantað afturat. Vit fara at planta túsund trø!

Parkeringsóskilið í miðbýnum verður loyst við at gera í minsta lagi trý parkeringsøki undir jørð, soleiðis at tað ongantíð er meira enn 5 minuttir at ganga til eitt tílíkt parkeringsøki í miðbýnum. Hesi parkeringspláss kunnu gerast á hesum plássum:

Eitt inn í bergi í Álagerði, eitt inn í bergi á Skálatrøð og eitt inn í bergi á Kongabrúnni. Hetta er væl bíligari enn at byggja parkeringshús – um helvtarprísur – og tú sleppur undan at javna partar av gamla býnum við jørðina fyri at gera oyðimarkarlíknandi parkeringspláss.

“Vit fingu ein bý, lagdan undir asfalt, og vilja lata tykkum hann aftur við steinsettum túnum.”

(Frítt eftir Augustus Keisara: "eg havi yvirtikið ein bý úr múrsteini og latið tykkum ein bý úr marmor".)