Nú mangla bara 116 fólk, so verður ein nýggjur varði lagaður í Føroya søgu.
Ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at 1. januar í ár búðu 49.884 fólk í Føroyum og tað eru 740 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani.
Sostatt mangla nú bara 116 fólk í, so verður ein nýggjur varði lagaður í Føroya søgu, tí tá verða vit 50.000 fólk í Føroyum, og so nógv hava vit ongantíð verið fyrr.
Sostatt er væntandi, at tað verður einaferð í hesum mánaðinum, ella í næsta mánað, at vit verða 50.000 fólk í Føroyum, siga tey á Hagstovuni.
Fólkatalið vaks allastaðni í landinum, uttan nøkrum heilt fáum bygdum. Men nógv tann størsti vøksturin var í høvuðstaðnum tí har vaks fólkatalið 2,1 prosent, ella 395 fólk í fjør, og tað er meiri enn helvtin av øllum fólkavøkstrinum.
Annars løgdust 130 fólk afturat í Eysturoy í fjør, so nú býr 11.074 fólk har, og í Norðoyggjum vaks fólkatalið 70 fólk, so nú býr 5.995 fólk har.
Minst vaks fólkatalið í Norðurstreymoy, har tað vaks 0,7 prosent, so at tað nú býr 4.624 fólk har, ella 32 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani. Og næstminsti vøksturin var í Suðuroy, har fólkatalið vaks 0,8 prosent, so at tað býr 4.613 fólk í Suðuroy, ella 37 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani.
Sum heild vaks fólkatalið í 20 kommunum, men í 10 kommunum stendur tað meststum í stað, ella minkar tað. Har fólkatalið minkar nakað, er á Húsum, í Vestmanna, í Skúgvoy, og so í nøkrum bygdum í Suðuroy, nevniliga í Hvalba, í Fámjin, í Hovi og í Porkeri.