Eftir at Sosialurin mikudagin vísti á, at tað var Poul Mohr, fyrrverandi skipasmiðjustjóri, sum kom við uppskotinum um at nevna nýggju havnina fyri »Skansabryggja«, so ringdi Poul Mohr á redaktiónina í Miðlahúsinum.
– Jú, tað passar. Hatta minnist eg væl. Men tú... Nógv er broytt hesi 16 árini, sigur Poul Mohr.
Vit spyrja, hvat hann hugsar um.
– Jú, nú hevur Eimskip alla Skansabryggjuna. Skipafelagið seldu føroyingar til Íslands. Og hinumegin, á Viðarnesi, hava vit Vónina. Hana hava føroyingar eisini selt til Íslands.
Oljufelagið Magn húsast eisini á Viðarnesi. Tað er eisini selt til Íslands. So manglar bara, at Effo eisini verður selt til Íslands.
– Vit skuldu kanska heldur kallað havnina fyri »Islands Brygge«, tá alt kortini skal seljast til Íslands, sigur Poul Mohr skemtandi – tó við stórum álvarsemi.
Hann er sera vónbrotin um ta gongdina. Men at Tórshavnar Havn verður útbygd, tað dámar honum sera væl.










