Havnin kann koma at gjalda 60 miljónir krónur í útjavning

Tórshavnar kommuna kemur við eini javning at gjalda nógv. Talan kann skjótt gerast um veldugar upphæddir. Úrslitið kann gerast, at eingin peningur verður til karmar um vinnulív og menning. - Um peningurin, sum fer til javning, ikki verður brúktur sambært lógarásettum reglum, hevði tað verið nógv betri, um miljónirnar framhaldandi lógu í ”kraftsentrinum” og soleiðis kundu skapt nakað í høvuðsstaðnum, sigur formaðurin í Kommusamskipan Føroya og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu

Kommunutilmæli

Heðin Mortensen, formaður í KFS, Kommunusamskipan Føroya og borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, heldur, at uppskotið hjá arbeiðsbólkinum, sum nú hevur lagt fram tilmæli um nýggjan kommunureform, er skilagott á tann hátt, at lagt verður upp til at skipa Føroyar í færri og størri kommunalar eindir.
- Tað er skilagott við færri eindum, og soleiðis sum hesin parturin av uppskotinum er háttaður, byrjar hetta at líkjast tí, sum sær út til at vera leiðin frameftir. Men okkum dámar ikki, at henda samanlegging skal gerast við lóg eftir so stuttari tíð. Seinnu árini hava vit sæð fleiri sjálvbodnar samanleggingar, og eg ivist onga løti í, at tær sjálvbodnu samanleggingarnar føra til tað góða.
Heðin Mortensen sigur, at tilmælið leggur upp til ta øvutu gongdina av tí, sum hann hevði hildið verið rættast.
- Í nógv ár hevur verið tosað um at leggja eitt nú eldraøkið út til kommunurnar at umsita, men enn er einki hent. Tað vísir seg, at har tveir partar skulu deilast um økini, dettur nógv niður ímillum, og hetta síggja vit ikki minst innan eldraøkið í Suðurstreymi, sum av álvara er afturútsiglt. Mín greiða meining er, at tann, sum skal gjalda, eisini skal valda á økinum.

Totalur forvirringur
Formaðurin í KFS heldur, at tíðarætlanin, sum arbeiðsbólkurin skjýtir upp, er alt ov stutt, og honum dámar lítið, at tilmælið leggur upp til, at kommunuval verður aftur longu komandi heyst.
- Fleiri av nýggju bý-og bygdaráðslimunum hava bert sitið í nakrar mánaðir, og verður kommunuval longu aftur um eitt ár, er lítil ivi um, at valstríð fer at seta dám á hetta árið, ið er tað, sum vit í hesum tíðum hava allar minst brúk fyri. Hetta verður sera óheppið fyri gerandisdagin kring um í kommununum, og eg skilji ikki, hví tilmælið leggur upp til, at valið skal skundast soleiðis.
Heðin Mortensen vísir á, at í øðrum londum, har kommunur eru lagdar saman, veit hann dømir um, at gomlu bý-og bygdaráðini hava sitið tíðina út, samstundis sum nýggj fólk eru vald, ið taka við, tá upprunaliga valskeiðið er runnið.
- Soleiðis hava nýggju fólkini havt høvi at fylgja gongdini og seta seg inn í viðurskiftini, áðrenn tey taka við, tá tann tíðin kemur, leggur hann aftrat.
Hann heldur, at eitt kommunuval , sum longu skal verða komandi heyst, fer at skapa totalan forvirring.
- Eg haldi, at rætti vegurin at ganga við samanlegging, er at lata kommunurnar sleppa at samstarva, og við útlegging av stórum uppgávum skulu tær nokk finna út av, hvussu tær sjálvbodnar skulu leggja saman.

Stórur ivi
Sambært tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum, verða nýggju eindirnar – sjey ella níggju í tali – skipaðar longu 1. januar í 2011, og kommunuval verður 9. november um eitt ár. Fólkaskúlin verður lagdur út til kommunurnar at umsita 1. januar 2012 og eldraøkið 1. januar 2013.
Heðin Mortensen vísir á, at eitt nú formaðurin í Føroya Lærarafelag, Magnus Tausen, fyri ikki so langari tíð síðan hevur sagt, at teimum dámar best, um skúlaøkið framhaldandi verður verandi undir landinum – og í mong ár hevur verið tosað um at leggja eldraøkið út til kommunurnar.
- Eg haldi, at landsins myndugleikar heldur áttu at lagt hesi økir út fyrst, og tá so kommunurnar sóu, at eindirnar eru ov smáar til at umsita hesi øki, hevði áhugin fyri sjálvbodnari samanlegging sjálvsagt verið nógv størri, sigur hann.

Dýr útjavning
Í tilmælinum hevur arbeiðsbólkurin eisini ymisk uppskot um útjavning millum kommunalu eindirnar, og tað er ikki minst hesin parturin av uppskotinum, sum slær Heðin Mortensen fyri bróstið.
- Sambært uppskotinum um javning kemur Tórshavnar kommuna at gjalda allan vegin ígjøgnum, sum hann tekur til.
Hann heldur, at júst hesin parturin verður ein dyggur smeitur fyri kommununa og borgararnar í kommununi.
- Vit í KFS hava einki ímóti útjavning, men vit vilja gjarna, at ein útjavning verður brúkt til ávís lógarásett øki í øðrum eindum – og ikki til møguligar íløgur og rakstur. Um so verður, kunnu aðrar eindir gera sær dælt av hesum peningi upp á kostnaðin hjá borgarum í eitt nú Tórshavnar kommunu, og tá kann eisini spekulatión koma inn í myndina, leggur hann aftrat.
Heðin Mortensen vísir á, at ein slík útjavning, sum skotin verður upp, skjótt kann koma at kosta Tórshavnar kommunu eini 2% av fíggjarligu orkuni, og tað er ikki smápeningur.
- Hetta hevði í dag kostað okkum 60 miljónir krónur um árið.

Einki til menning
Formaðurin í KFS og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu sigur, at neyðugt er hjá kommununi at hækka skattaprosentið fyri at hava ráð til at byggja nýtt ellisheim.
- Hetta er longu tungt fyri borgararnar í kommununi, og tá vit haraftrat skulu av við fleiri miljónir í javning, er greitt, at tað verður uppaftur tyngri frameftir.
Heðin Mortensen spyr tí, hvat okkara landspolitikarar – eisini teir í Suðurstreymi – hugsa fyri sær.
- Við slíkari eykaútreiðslu, verður eingin peningur hjá okkum at skapa karmar og vinnulív og menning. Um peningurin, sum fer til javning, ikki verður brúktur sambært lógarásetingum, hagar teir koma, hevði tað verið nógv betri, um miljónirnar framhaldandi lógu í ”kraftsentrinum”, sum hann í hesum føri rópar Tórshavnar kommunu – og kundu skapt nakað í høvuðsstaðnum, sigur formaðurin í Kommusamskipan Føroya.
Heðin Mortensen er púra samdur við arbeiðsbólkinum um, at um ikki allur ”pakkin” í tilmælinum hongur saman, er avgjørt ikki skilagott at fara út í eitt kommunuval um eitt ár.