Sum vit skrivaðu fyrr í dag, er fólkatalið í Føroyum vaksið 698 fólk hetta seinasta árið. Men uppgerðin hjá Hagstovuni vísur eisini, at tað er rættiliga stórur munur á, hvussu støðan er í teimum ymsu pørtunum í landinum. Yvirhøvur eru tað tær stóru, og miðalstóru kommunurnar í miðstaðarøkinum, sum fara við øllum vøkstrinum. Serliga í Havn er stórur vøkstur, tí meiri helvtin av tí, sum fólkatalið veksur, dettur niður í Havnini, tí har vaks fólkatalið 383 fólk hetta seinasta árið. Eisini vaks fólkatalið nógv í Klaksvíkar, har tað vaks 66 fólk og í Runavíkar kommunu, sum vaks við 50 fólkum. Eisini á Nesi vaks fólkatalið 66 fólk, á Eiði vaks tað 33 fólk og í Sunda kommunu, vaks tað 32 fólk.
Hinvegin hava útlitini fyri føstum sambandi ikki fingið fólk at búsetast í Sandoynni, tí á Sandi minkaði fólkatalið 24 fólk. Í Hvalbiar kommunu minkaði fólkatalið minkaði fólkatalið14 fólk og í Sumba minkaði tað 13 fólk.
Eitt undantak er Sørvágur, har fólkatalið minkaði 14 fólk. Men hetta merkir, at bæði í Sandoy og í Suðuroy minkaði fólkatalið 25 - 30 fólk
Hagstovan sigur, at fleiri staðni merkir hetta, at fólkatalið nú tað hægsta, tað hevur verið, síðani farið varð at gera fólkatalið upp í 1985: Í Tórshavnar kommunu nærkast fólkatalið 23.000 fólk, í Klaksvíkar kommunu hevur fólkatalið rundað 5.400 fólk, og í Runavíkar kommunu búgva nú yvir 4.300 fólk.