Í morgun verður gjørt klárt til stóru renningina, sum verður í Havn í dag. Tilmeldingin fer fram á Torginum í SMS millum 09 og 11 og parkeringsøkið við SMS letur upp kl 12.30 við hoppiborg, ókeypis vatni, kakaomjólk og frukt til allar luttakarar, tá teir koma á mál. Ballónir verða at fáa, Nósi fer at heilsa uppá børnini og har verður sølubásur við kaffi og køkum.
Kl 12.40 verður kunning um skránna og síðan setir Heðin Mortensen, borgarstjóri, Gakk og Renn 2011. Beint aftaná verður upphiting við Ann Thomsen, so verður kunnað um ruturnar og kl 13 byrjar sjálv renningin.
Trý korter seinni, umleið 13.45, fara Trølla Pætur og Omman at undirhalda. Kl 14.15 væntast fyrsti hálvmarathonrennarin í mál og eitt korter seinni verður lutakast um vinningar millum øll, ið hava luttikið í heilsurenningini. Høvuðsvinningur er ein ferðaseðil frá Atlantsflog.
Um 15.45 væntast fyrsti marathonrennarin í mál og umleið kl 17 verða heiðursmerkini handað til martathonrennararnar. Aftaná verður lutakast um vinningar millum øll, ið hava luttikið í marathon og hálvmarathon.











