- Meirilutin í Tórshavnar Býráð tekur undir við at fara undir at ger 50 metra langhyl í Gundadali skjótast gjørligt.
Tað kom fram á 75 ára hátíðarhaldinum hjá Havnar Svimjifelag, leygardagin.
Erling Eidesgard, formaður í Havnar Svimjifelag sigur, at gongst sum borgarstjórin hevur greitt teimum frá, verður langhylurin liðugur longu um tvey ár.
Tey fegnast um, at bæði Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Helenu Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini, hava kunngjørt fyri teimum, at nú er stundin komin at gera ein 50 metra langhyl í Havn.
Býráðið hevur longu sett 10 milliónir krónur av á fíggjarætlanini fyri í ár.
- Tað var tí gleðiligt at hoyra borgarstjóran kunngera, at eisini peningur verður settur av á fíggjarætlanini fyri næsta ár, sigur Erling Eidesgaard.
Hann sigur, at Heðin Mortensen hevur fortalt teimum, at hann væntar, at hylurin verður klárur at taka í brúk um eini tvey ár.
- Tað var sera upplyftandi hjá okkum í felagnum, sum hava so trongar umstøður at íðka og arbeiða undir, at hoyra bæði borgarstjóra og forkvinnuna í Mentanarnevndini lova, at arbeiðið við 50 metra hylinum umsíður fer í gongd.
- Hetta var tann besta føðingardagsgávan, vit kundu ynskja okkum, sigur formaðurin í Havnar Svimjifelagi.
Á myndini er tað Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Erling Eidesgaard, formaður í Havnar Svimjifelag.
- Sigandi fyri trongu umstøðurnar hjá felagnum er, at pláss var ikki fyri málninginum, ið er 75 ára føðingardagsgáva frá svimjifelagnum Ægir úr Klaksvík, sigur Erling Eidesgaard
- Tí mátti listaverkið eftir Livar Nysted latast kommununi í varðveitslu, til hølisviðurskiftini gerast betri.