Havnin fær nógv mest burturúr
Talið á ferðafólkum økist í stórum, men tað er Havnin, sum fer við øllum vøkstrinum
Talið av gistingum í føroysku ferðavinnuni er alsamt vaksandi. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísir, at tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár var talið á gistingum 146.675. Tað eru fimm prosent, ella 7.000 gistingar fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, og 8000 gistingar fleiri enn í fyrraárið, tá annars sólarmyrkingin var.
Samstundis staðfestir Hagstovan, at tað eru útlendsk ferðafólk, sum standa fyri at kalla øllum vøkstrinum, tí talið á føroyingum, sum ferðast í egnum landi, er nógv minkað. Tað merkir, at talið á gistingum hjá fólki sum býr í Føroyum, er minkað heili 5.330 gistingar.
Men Hagstovan vísir á, at uppgerðin fevnir bara um skrásettar upplýsingar um gistingar. Sostatt fevnir uppgerðin ikki um gistingar á Airbnb, tí Hagstovan hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slag.
Ein gisting er hvør einstøk nátt, ein persónur gistir á gistingarstaði. Í hagtølunum eru eisini tal á fólki, sum gista í íbúðum og húsum, sum eru á kamping og gista har tey fáa ból og bita.
Men Hagstovan sigur eisini, at allur vøksturin er í Suðurstreymoy, har gistingarnar vóru 10.000, ella 11 prosent fleiri. Sostatt vóru 98.300 gistingar í Suðurstreymoy tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár, samstundis sum at tær vóru 3.000 ella seks prosent færri uttan fyri Suðurstreym.