Nógv kend andlit eru á Faroexpo á Skála í dag, og millum tey kendu eru eitt nú Tórbjørn Jacobsen og Rólant Højsted, sum báðir eru havnastjórar, ávikavist í Fuglafirði og Runavík.
Hetta eru stórar havnir eftir føroyskum mátistokki, og tá Faroexpo er ein vinnustevna, sum serliga vendir sær til tað, sum á ymiskan hátt hevur við sjóvinnu at gera, eru kontaktir umráðandi fyri bæði Fuglafjarðar havn og Runavíkar havn.
Báðir lata teir væl at umstøðunum á Skála, og báðir eru teir partur av umboðunum hjá ávikavist Runavíkar kommunu og Fuglafjarðar kommunu á Faroexpo.
- Vit gleða okkum til at hitta umboð fyri føroyskar og útlendskar fyritøkur, sum eru við á vinnustevnuni, og vit gleða okkum eisini til almennu Faroexpo-ráðstevnuna, sum verður í Løkshøll seinnapartin fríggjadagin, siga teir báðir, Tórbjørn Jacobsen og Rólant Højsted, sum in.fo hitti í morgun.










