Vagnur Mohr Mortensen er ein av teimum yngru HB-leikarunum, sum í ár veruliga hevur bitið seg fastan í hópinum. Saman við Símuni Eliasen mannaði hann leygardagin HB-miðverjuna, og sum vera man, so var hann væl nøgdur um úrslitið av dystinum.
- Tað er veðrið. Í dag er havnarverður, og so vinna vit!
- Neit, tað veit eg ikki, men tað er so í øllum førum ein staðfesting, at vit hava trupulleikar, tá veðrið ikki er av tí besta, men tað bilti so ikki í dag.
Veður ella ikki, so er tað ein staðfesting, at sjey HB-mál vórðu skotin, og av hesum vóru tey fýra beinleiðis eftir deyðbóltar. Ein dygd, sum liðið eisini hevði vant undan dystinum.
- Vit hava einki mál fingið upp á deyðbóltar higartil í ár, og tí hava vit vant hendan partin sera nógv seinastu vikuna. Tí var tað eisini hugaligt at síggja, at hetta gav úrslit, sjálvt um bakgrundin í summum førum tóktist bílig.
Og eg kann ætla, at ein slíkur sigur var júst tað, sum tit høvdu tørv á, nú úrslitini í landskappingini ikki hava verið so góð?
- Sjálvandi. Vit vistu allir í dag, at vit høvdu nakað at prógva. Og eg haldi eisini, at eg undan dystinum visti av, at vit fóru at vinna, so hetta var avgjørt ein týdningarmikil psykologiskur sigur hjá okkum, segð










