Havnarkórið og Suð framføra Händels Messias

Mentanarligt samstarv gjøgnum Norðoyatunnilin: Havnarkórið og Suð framføra í felagskóri Händels Messias í Christianskirkjuni í Klaksvík og í Norðurlandahúsinum

At útbygda samferðalukervið, nú í seinastum við undirsjóvartunlum, skapar møguleikar til liviligari og ríkari tilveru her í okkara fjalla- og oyggjalandi er eyðsæð. Hetta merkist á øllum samfelagsøkjum, vinnu- og handilslívið fær rúmari ræsur, ítróttalívið nýggjar møguleikar, og innan annað mentanarvirksemi eitt nú í tónleikinum er veingjabreiðið víðkað til størri avbjóðingar og kravmiklari framtøk.
 
Framførslurnar av megnarverkinum Händels Messias næsta vikuskifti eru dømi um hetta. <I EM normal"$?$end$!$Havnarkórið<>í Tórshavn og kvinnukórið <I EM normal"$?$end$!$Suð<>í Klaksvík hava her funnið saman í fyrimyndarligum samstarvi. Áneyðir hava tí eisini verið á at víðka um í manspartinum hjá Havnarkórinum, og úrslitið er vorðið eitt so væl mannað kór, at tað kundi geva dirvi til at heita á solistar á altjóða støði uttanífrá um at verða við.
 
Havnarkórið fylti fjøruti fyrr í ár, og er henda framførsla sostatt ein tignarligur endi á kórsins virksemi í hesum jubileumsári.   
 
Suð, ið merkir veingjasuð, hevur sítt støði í skúlakórarbeiði við Ósaskúlan í Klaksvík, Barnasangskúlanum hjá Jógvani við Keldu og teim gitnu 17 Sangarunum. Við Steinvør Fonn sum leiðara hevur kórið ment seg til at vera eitt av dygdarbestu kórum í landinum. Kórið hevur eyðkent seg við sínari fjølbroyttu skrá frá tí klassiska til tað nútíðarliga sum t.d. gospelsang. Við 17 satsum úr oratoriinum Messias á skránni og við Jóhannes Andreasen sum undirleikara hevði kórið væleydnaða uttanlandsferð til Skotlands seinastu páskir. Messias gjørdist soleiðis ein natúrligur bindiliður millum Suð og Havnarkórið.
 
Framførslurnar vera í Christianskirkjuni í Klaksvík leygardagin 9. desember kl. 17 og í Norðurlandahúsinum sunnudagin 10. desember kl. 16.