Havnarkórið konsert í Vík og á Eiði sunnudagin

Havnarkórið endar sítt virksemi hetta kórárið við konsert komandi sunnudag í Haldarsvíkar Kirkju klokkan 16 og í Eiðis Kirkju kl 19.30. Eisini verða prestarnir við.

Havnarkórið er annars boðið við á stóra norðurlendska-baltiska kórstevnu í Reykjavík í august í ár, har kórsins skrá fer at fevna um eldri og nýggjari føroyskt kórtilfar og eisini onkrar norðurlendskar kórsatsir.

 

Tað verður hendan skrá, sum verður berandi á konsertunum sunnudagin, men eisini verður meira kendur kórsálmasangur at hoyra.

 

Leiðari kórsins er Ólavur Hátún.