Hósdagin komandi, Kristi himmalsferðardag, hevur Havnarkórið konsert í Sandavágs Kirkju Havnarkórið hevur í seinni árum lagt seg nógv eftir at framføra størri tónaverk; men her í várhálvuni var tað a cappela sangur, t.e. sangur uttan fylgispæl, sum var setningurin. Kórið hevur nú 42 ár á baki, og í stóran mun verður konsertskráin afturlítandi: Umframt satsir á føriskum máli verður framførslan bæði í tíð og stað at meta sum ein kórljómandi ferð gjøgnum Europa við sangi á týskum, sveitsiskum, enskum, italskum og eisini onkrum á donskum máli. Konsertin er ókeypis og hon byrjar kl. 17.00.