Nú skal Steinatún í miðbýnum í Havn leggjast undir tak. Tað ætlar Tórshavnar Býráð, nú tey taka enn eitt stig at bøta um trivnaðin í miðbýnum. Talan er um eitt tak, sum skal bæði skal vera bussskýli og uppihaldsstað hjá fólki
Endamálið er at talan skal vera um at eyðkent bussskýli og uppihaldsstað og undir takinum er eisini at gera ymiskt, sum víkir frá einum vanligum bussskýli. Eitt nú hugsar býráðið um at gera einar tvær reiggjur undir takinum, har fólk kunnu stytta sær um tíðina við at reiggja, meðan bíðað verður eftir bussinum.
Umhugsað var at gera eitt skýli við veggum av holaðum kopari ella av herdum glasi, men nú er avgerð er tikin um at gera veggirnar av glasi tí tað er nógv bíligari og tí at tað fer at gera tað nógv ljósari.
Tilsamans fer arbeiðið at kosta 2,4 milliónir og tá er alt tikið við, bæði skýli og benkur og tað, sum annars skal vera har, umframt útreiðslurnar til ráðgeving, eftirlit og trygging. Tvær milliónir eru longu tøkar til endamálið og býráðið fer nú at játta 400.000 krónur afturat