Havnarbáturin setti ólavsøkuaftan trumf á eitt framúr væl eydnað kappingarár. Í heimasjógvi og frammanfyri áskoðarafjøldini til ólavsøkuróðurin ? onkuntíð hevur hon verið størri, enn hon var í ikki altíð so tespiligu líkindunum hjá áskoðarunum ? vundu teir burturúr kappingarneytunum. Ikki sørt órógvandi mundi tað kennast, at tað hesa ferð bara vóru fimm 10?mannafør við í ólavsøkuróðrinum.
Og ikki bara vundu havnarmenninir burturúr kappingarneytunum. Tað eydnaðist eisini Havnarbátinum at seta nýtt met á 900 metra langa teininum. Undan hesi ólavsøkuni átti Skálabáturin metið. Teir settu tað á ólavsøku 1992. Tá brúktu teir 3.52.56 um stutta teinin. Ta ferðina vóru líkindini góð og ættin var undan.
Ólavsøkuaftan í ár vóru líkindini aftur góð, og so slerdi Havnarbáturin til. Teir barberaðu meiri enn eitt hálvt sekund av gamla metinum. Tíðin var 3.52.03.
Bogin varð spentur ov høgt
Tað verður ofta tikið til, at á stutta teininum í ólavsøkuróðrinum ræður tað um at fáa besta startin. Tað verður sagt, at tann báturin, sum fær besta startin, eisini vinnur róðurin. Havnarbáturin vísti ólavsøkuaftan, at hetta er ikki altíð soleiðis.
Eysturoyingurin hevur í flestu kappingunum í ár verið bestur í start spurtinum, og soleiðis var tað eisini hesa ferð. Teir vunnu skjótt rongina fram um hinar bátarnar, so øktist munurin til ein skut, og tá bátarnir komu inn ímóti Molanum, og hálvt málið harvið var rógvið, var munurin øktur til út ímóti einari hálvari bátslongd.
Men hetta tóktist ikki at nerva teir umborð á Havnarbátinum. Við sínum eyðkenda róðrarlagið hildu teir ferðini, og tá teir so spakuliga fóru at seta eyka á, megnaðu teir umborð á Eysturoyinginum ikki at fylgja við.
? Vit roknaðu við, at teir bekkaðu mest sum allan vegin. Tað gjørdu vit ikki, og vit vóru vísir í, at ferðin á okkara báti fór at verða nóg stór, tá vit fóru upp í bekk, søgdu teir umborð á Havnarbátinum eftir róðurin, og úrslitið vísti, at teir vistu, hvat teir tosaðu um. Teir síðstu 300 metrarnar var lítil og eingin ivi um, hvagar sigurin skuldi fara.
Havnarbáturin var á málinum eina knappa bátslongd frammanfyri Eysturoyingin. Men róðurin var spennandi alla tíðina. Tað var hann, tí vestmenningar eins og í flestu av undanfarnu kappingunum gjørdu eina góða roynd at taka Havnarbátin.
Sær sjálvum líkir høvdu vestmenningar ikki nakran serligan start. Men teir vundu seg upp, og tá tað restaðu stórir hundrað metrar á mál, høvdu teir fingið um róðrið og rongina á Havnarbátinum. Vestmenningur tók seg fram á lærið á Havnarbátinum, men teir komu ikki longur.
Vónbrotið
Undan róðrinum vistu vit at siga, at Nólsoyingur hevði ætlað sær at verið við í kappingini, men tann ætlanin vísti seg als ikki at gerast veruleiki.
Skálabáturin var ikki við í fjør. Í ár bjóðaðu teir seg fram aftur, men tað royndist ikki væl, og á ólavsøku vóru teir longu heilt lagdir burturúr, tá startspurturin var liðugur.
Í níti árunum var Skálabáturin fimm ferðir upp í slag fremstur á ólavsøku. Tá var tað, at teir settu met. Ólavsøkuaftan tók Havnarbáturin metið frá Skálabátinum. Spurningurin er so, hvussu tað verður hjá Skálabátinum komandi ár. Tað er at vóna, at teir fara at halda fram. Kappingin tolir ikki, at fleiri bátar detta burturúr, um eingin kemur afturat. Tað hevur ljóðað, at skálamenn hava í hyggju at fáa sær eitt nýtt 10?mannafar. Vit fara ivaleyst at frætta meiri um hetta.
Ynskið
Tá Leivur Hansen, fyrrverandi býráðsformaður í Havnini og fyrrverandi kapprógvari í Havnar Róðrarfelag, handaði steypini, heitti hann dyggiliga á Klaksvíkar Róðrarfelag um sum skjótast at fáa fatur á einum 10?mannafari.
Leivur helt seg vegna allar róðrar áhugaðar føroyingar kunna siga, at tað er saknur í einum góðum 10?mannafari úr Klaksvík. Ikki minst tá hinir bátarnir har norðuri hava staðið seg so væl í ár.
Tað er ikki heilt avgjørt, um klaksvíkingar fara at møta upp við einum nýggjum 10?mannafari komandi ár.
Men so kunnu vit ikki bara okkum at leggja afturat, at umborð á Havnarbátinum eiga klaksvíkingar eitt sindur í einum av róðrarmonnunum og við tí veruleikanum fylgir ein fitt søga. Maðurin eitur Mayfinn Norðoy, og hann er sonur Amariel Norðoy.
Amariel er kendur sum listamálari. Men áðrenn hann fór niður til Keypmannahavnar at læra seg málningalist, stóð Amariel í læru á bedingini í Klaksvík. Hetta var fyrst í seksti árunum, og fleiri av lærlingunum á bedingini ? og millum teirra Amariel ? róðu við Klaksvíkinginum, sum stóð seg væl í kappingunum, sum vóru tá.
Spurningurin er nú, um klaksvíkingar fara at leggja framat í hesi kappingini. Avbjóðingin er stór, tí Havnarbáturin verður tungur at syfta. At teir ólavsøkuaftan megnaðu at seta nýtt met, boðar frá sera avgjørdari manning. Um skálamenn, eysturoyingar og vestmenningar eisini komandi ár høvdu verið væl trimmaðir og hildið seg til at takast við Scilly manningina hjá havnarmonnum, so hevði kappingin kanska verið meiri fjøltáttað, enn hon hevur verið í ár.










