Svimjing:
Havnar Svimjifelag er einasta aktiva svimjifelag í Streymoynni, so fólkagrundarlagið er stórt. Tí er tað eisini eitt stórt felag, sum nú hevur úti við 600 íðkandi limir.
Virksemið hjá svimjifelagnum er bæði at læra børn at svimja og at venja børn og ung at svimja kapp. Kappast verður serliga innanlands, men av og á verður farið uttanlands at royna seg, og onkuntíð eru útlendskir svimjarar í Føroyum og kappast.
Nógv skal til
Nógv orka skal til at hava so stórt virksemi, og brúk er fyri útbúnum høvuðsvenjara og kønum hjálparvenjarum.
Aðalmálið í føroyskum svimjifeløgum er tvíeggjað: vit skulu bæði hava breidd og topp í svimjiítróttinum. Í einum oyggjalandi er umráðandi, at øll duga at svimja, og at nógv duga væl at svimja. Tað er meir enn so komið fyri, at svimjarar, sum hava vant í svimjifelag, hava bjargað fólki frá at drukna.
Onkur heldur, at svimjing ikki kann vera nøkur sosial ítróttargrein. Men so er ikki. Vinarlagið millum svimjarar er av tí besta, og ítróttarandin er fyrimyndarligur.
Hans A. Djurhuus, formaður í Havnar Svimjifelag, fegnast um, at ábyrgdarfólk í Suðuroyar Sparikassa síggja, hvussu stóran týdning ungómsarbeiði innan ítrótt og ikki minst svimjing hevur fyri samfelagið, og tí hava valt at endurnýggja avtaluna sum høvuðssponsorur hjá Havnar Svimjifelag. Hann ivast ikki í, at hetta eisini kemur vinnulívinum til góðar í longdini.
Per Jacobsen, marknaðarleiðari í Suðuroyar Sparikassa, sigur, at Havnar Svimjigelag er eitt stórt og seriøst felag, og svimjing er ein fólkaítróttur. Tí hava vit gjørt hesa avtaluna.
Myndatxt










