Havnar Svimjifelag fingið tveir nýggjar heiðurslimir

Svimjing: Á 60 ára føðingardagsveitsluni hjá Havnar Svimjifelag um vikuskiftið vórðu tveir nýggir heiðurslimir útnevndir

Leygardagin 5. september helt Havnar Svimjifelag 60 ára føðingardagsveitslu. Umleið 200 fólk vóru til veitsluna, sum stóð í HB-húsinum í Gundadali.

Í sambandi við veitsluna útnevndi Havnar Svimjifelag tveir nýggjar heiðurslimir. Teir eru Guðbjørg H. Kristiansen og Heri Olsen.

Sum grund fyri útnevningini varð sagt, at bæði hava verið virkin í Havnar Svimjifelag í nógv ár, og bæði eru ella hava verið virknir stuðlar hjá svimjiítróttinum í nógv ár.

HS hevur nú tríggjar heiðurslimir ? umframt Guðbjørg H. Kristiansen og Hera Olsen er Bobby Brockie eisini heiðurslimur í felagnum.

Havnar Svimjifelag vil eisini nýta hetta høvið til at takka øllum veitsluluttakarunum, sponsorunum, ÍSF, Tórshavnar Býráði og hinum svimjifeløgunum í landinum fyri dagin leygardagin.