Havi ikki upplivað slíkt fyrr

Lastbilaførarar kæra sína neyð um arbeiðsviðurskiftini í samband við bygginginga av Eysturoyartunlinum.

Einki setanarskriv, 18 tímar arbeiðsdagar og manglandi trygdarútgerð er gerandisdagurin hjá lastbilaførarunum, sum koyra grót av Hvítanesi til Sund.

 

- Eg havi ikki upplivað slíkt í Føroyum fyrr, sigur ein lastbilaførari, sum Miðlahúsið hevur verið í samband við.

 

NCC er komið væl áleiðis við at bora Eysturoyartunnilin. Í dag eru 5.810 metrar sprongdir av teimum tilsamans 11.250 metrunum, sum skulu spreingjast. Av Hvítanesi og móti rundkoyringini undir Saltnesgrynnuni eru 2.807 metrar boraðir.

 

I.R. Lastbilar eru undirveitarar hjá NCC og fingu uppgávuna at koyra grótið av Hvítanesi og inn á Sund. Men sambært lastbilaførarunum er tað undir langt frá nøktandi, skipaðum viðurskiftum.

 

- Vit fáa ikki eingongd setanarskriv, hóast tað er eitt lógarkrav. Tað merkir so eisini, at vit einki skjal hava, sum vísir, hvørja avtalu vit hava við arbeiðsgevaran um løn, arbeiðstríð, frítíð ella treytir annars, sigur ein teirra, sum vit hava tosað við.

 

Sambært førarunum, sum vit hava tosað við, er tað eisini heldur so sum so við lønarútgjalding. Onkrir fáa altíð løn til tíðina, meðan aðrir hava verið fleiri mánaðir afturút. Av tilvild varnaðust teir eisini, at kvinnur og menn ikki fingu somu løn fyri sama arbeiði.

- Tað er bara enn eitt dømi um, at stjórin ger júst sum tað passar sær. Vit fingu lova, at vit skuldu koyra eftir sama sáttmála, sum J&K koyrir eftir á Glyvursnesi, men tá vit seinni kanna tað, fáa vit at vita, at tað er ein seravtala, sum einans er galdandi fyri arbeiðið á Glyvursnesi, siga teir.

 

Úrslitið er, at bilførararnir í summum førum koyra upp í 20 tímar um dagin. Onkuntíð eru einans fimm tímar, frá teir seta bilin frá sær klokkan hálvgum tólv um kvøldið, til teir seta seg í bilin aftur klokkan hálvgum fýra morgunin eftir.

- Vit koyra sera nógv. Tað er púra vanligt at koyra eini 18 tímar um døgnið, onkuntíð hava vit koyrt heilt upp í 23 tímar út í eitt, greiða teir frá.

 

Bilførararnir halda, at kanska er tað júst hetta, sum er orsøkin til, at teir ikki fáa nakað setanarskriv.

- Um vit fáa eitt setanarskriv, fáa vit eisini treytir og reglur, sum arbeiðsgevarin má halda. So hava vit eitt pappír, sum vit kunnu vísa til og so standa vit kanska sterkari í myndini, sigur annar lastbilaførarin.

 

Les meiri um málið í Vikuskiftissosialinum