Tá Havstovan fyri einum ári síðani gjørdi árið upp fyri 2016 sást, at saltinnihaldið á opnum havi, eins væl og á Landgrunninum, var metlágt frá septembur til desembur 2016. Nú eru seinastu mátingarnar fyri 2017 gjørdar upp sum vísa, at lága saltinnihaldið helt fram alt 2017.
Hetta skrivar Havstovan á heimasíðu sínari.
Havstovan mátar hita og salt á opnum havi eftir sonevndum standardskurðum út frá Landgrunninum 3-4 ferðir um árið. Mátingarnar vísa, at miðal saltinnihaldið fyri árið 2017 var metlágt bæði vestanfyri, norðanfyri og eystanfyri. Saltinnihaldið í Bankarennuni var metlágt á heysti 2016, meðan metlágt saltinnihald var mátað norðan fyri Føroyar á heysti 2017.
Saltinnihaldið á Landgrunninum fylgir gongdini á opnum havi, og sostatt var saltinnihaldið á Landgrunninum eisini sera lágt í 2017. Havstovan byrjaði at máta saltinnihaldið á Landgrunninum við Lívfiskastøðina í Skopun í 1995, men júst tá var saltinnihaldið vaksandi bæði har og á opnum havi. Sostatt hava vit ikki mátingar frá Skopun frá tí feskasta tíðarskeiðnum tíðliga í 1990unum. Í mun til tíðarskeiðið 1995-2017, eru virðini í 2017 tí nú metlág fyri allar mánaðir, eins og at fleiri einstakar mátingar settu met í 2017.
Havstovan skrivar, at tað í stóran mun er styrkin í subpolara meldrinum, sum stýrir broytingunum í hita og saltinnihaldi á okkara leiðum. Tá hesin meldur er veikur, kemur heitari og saltari sjógvur sunnanífrá til okkara leiðir. Hinvegin, tá meldurin er sterkur, kemur kaldari og feskari sjógvur meiri vestanífrá.
Havstovan sigur, at saltinnihaldið í Atlantssjógvi fylgir oftast somu gongd sum hitin. Saltasti sjógvurin er at finna vestanfyri, og tá sjógvurin er komin norðurum, er hann vorðin væl feskari, meðan saltinnihaldið broytist lítið frá skurðinum norðanfyri til skurðirnar eystanfyri og sunnanfyri.
- Í tíðarskeiðnum, sum mátað hevur verið, var Atlantssjógvurin rættuliga feskur í fyrru helvt av 1990unum. Síðan vaks saltinnihaldið og setti met í 2003, samstundis sum hitin. Men meðan hitin hevur verið meiri støðugur, vaks saltinnihaldið og setti tískil aftur met veturin 2009/10. Síðan tá er saltinnihaldið minkað og veturin 2016/17 bleiv tað nógv feskari – feskari enn í 1990unum, skrivar Havstovan.