Fótbóltur
Bárður Olsen kundi ikki gera annað enn at staðfesta, at talan var um fantastiska løtu, tá gullið loksins var heima. Millum geyl og klemm frá áskoðarunum fingu vit orðið á ovurfegna miðvallaran, sum eisini hevur roynt seg á bakkinum nakrar dystir í ár.
- Hetta er øgiliga gott. Hetta er júst tað, sum vit hava bíðað eftir í alt ár. Eg veit væl, at fólk hava tosað um gummibein og hvat veit eg, men sjálvur havi alla tíðina trúð upp á tað, sigur Bárður.
Men har gekk striltið at fáa hol á hjá tykkum í dag?
- Ja, tað var rættiliga tungt. Vit spæla fyrra hálvleik ímóti vindinum, og tað er sjálvandi strævið. Vit royndu tó kortini at fáa spælið at koyra, og tá vit so fingu undanvind, verður lættari at skjóta. Og at enda kom so eisini hol á.
Tit vistu undan dystinum, at ein javnleikur var nóg mikið. Gjørdi tað tað eisini lættari at vera á vøllinum?
- Tað ger tað kanska. Men mann fer inn á vøllin fyri at vinna hvønn dyst, og tað gjørdu vit eisini hesaferð.
Hvat er tað, sum hevur gjørt, at tit longu nú við vissu kunnu siga, at tit standa ovast, tá 27. umfarið er spælt.
- Vit hava verið ógvuliga stabilir, og eg haldi eisini, at vit hava góðar venjarar. Yvir høvur eru vit væl fyri, og tað er tað, sum ger, at vit eru her í dag. Vit hava allir kempa fyri tí, segði Bárður Olsen, sum tó ikki visti, hvat stóð á skránni restina av týskvøldinum.
- Har verður helst okkurt í Streymnesi. Her hava í øllum førum verið nógvar sjampanjufløskur á lofti, so kanska onkur er eftir til seinni í kvøld, flenti hann.