Havfrúgvin er meistari

Ørnin og Havfrúgvin fara at rógva umaftur fyri at finna vinnaran á ólavsøku

Havfrúgvin úr Vestmanna er meistari í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum. FM sigurin er trivaligur, tí Havfrúgvin vann fýra tær fyrstu kappingarnar í ár. Í Fuglafirði var Ørnin úr Sandavági best, og í Sørvági var tað Teistin av Argjum, sum var bestur, meðan Havfrúgvin var næstfremstur í báðum hesum kappingunum.

 

 

Um Havfúgvin eisini fer at vinna á ólavsøku er ikki greitt enn. Kappingin millum Tjaldrið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, Ørnin úr Sandavági og Havfrúgvin úr Vestmanna vóru í sera tættari kapping um sigurin í dag. Tá ið bátarnir fóru um málið, vóru Ørnin og Havfrúgvin púra javnir. Tí verður umróður um sigurin á ólavsøku. Men eingin ivi er um, at Havfrúgvin er FM vinnari.

 

 5-mannafør kvinnur

1Havfrúgvin05:00.12  
2Ørnin05:00.12  
3Drekin05:01.09  
4Tjaldrið05:01.20  
5Teistin05:02.13  
6Falkur05:09.21  
7Hvassi05:10.18