John Johannessen, løgtingsmaður
????????????????????????????
Tað er ein stór vanæra fyri Føroyar sum fiskivinnutjóð, at skipaflotin skal vera noyddur at dálka havumhvørvið orsakað av, at tað ikki skal bera til at sleppa av við burturkasti, tá komið verður til lands. Hendan dáklingin eigur at verða steðgað alt fyri eitt. Tí fari eg á næsta samgongufundi at heita á landsstýrismannin í umhvørvis- og kommunumálum, Jógvan við Keldu, um at taka álvarslig stig til at fáa skipaði viðurskifti á økinum beinan vegin.
Fiskur úr heimsins reinasta havi. Soleiðis siga vit, tá vit royna at selja fiskin á evropeiska meginlandinum, Hetta gera vit samstundis, sum føroyski skipaflotin - serliga fiskiskipaflotin - er noyddur at tveita stóran part av burturkasinum í havið, tí umstøður ikki eru at sleppa av við tað, tá komið verður til lands. Hetta er stór skomm og alla átalu vert.
Tað eru skelkandi tíðindi, sum útvarpið hevur borið seinastu tíðina úr nýggju spurnarkanningini hjá Gallup. Ein stórur partur av fiskiskipaflotanum brúkar havið sum ruskpláss. Bæði húsarhaldsburturkast og burturkast frá reiðskapi verða tveitt beint í havið. Ikki tí sjófólkið ynskir tað. Men tí, at umstøður ikki eru til annað.
Her má vend koma í
Føroyar hava eina álvarsama skyldu at taka ábyrgd fyri umhvørvinum. Tí er tað ógvuliga umráðandi, at vit fáa steðgað hesi óneyðugu dálking alt fyri eitt.
Tað eigur at vera eitt sjálvsagt lógarkrav, at burturkastið skal takast við til lands. Samstundis eigur tað at vera sjálvsagt lógarkrav, at kommunurnar skulu hava móttøkustøðir til burturkastið í øllum havnum og at so stórur partur av burturkastinum, sum gjørligt, verður brúktur til endurnýtslu.
Hetta eru ikki órímilig krøv. Men sjálvsøgd umhvørviskrøv til eitt land, sum livir av náttúrunar tilfeingi. Tì fari eg á næsta samgongufundi at heita á Jógvan við Keldu, landsstýrismann í umhvørvis- og kommunumálum, at taka neyðugu stigini at steðga dálkingini alt fyri eitt.
Vestmanna er fyridømi
Vestmanna hevur, sum fyrsta staðið í landinum, sjálvboðin tikið stig til at seta upp móttøkustøð til at taka ímóti burturkastinum frá skipum. Hetta eiga vestmenningar uppiborið rós fyri.
Samstundis hava vestmenningar eisini tikið stig til at seta á stovn eina lokal Agenda 21 skrivstovu í bygdini, fyri at styrkja lokalu umhvørvisverndina. Hetta má sigast vera eitt megnar framtak, tá hugsað verður um, at hvørki landsmyndugleikarnir ella kommunalu felagsskapirnir hava megnað at tikið hetta stigið, hóast tosað hevur verið um tað í fleiri ár.
Vestmenningar hava skilt, at tað er ein neyðug skylda at fara væl við umhvørvinum. Vónandi kunnu vestmenningar vera eitt gott fyridømi fyri aðrar kommunur eins og fyri landsmyndugleikarnar, tá tað um umhvørvi ræður.