Torkil Veyhe og teir úr Riwal Readynez vóru um reppið at koppa fleiri av teimum kendu World Tour-liðunum, tá ið teir við Alexander Kamp á odda løgdu eitt frálíkt avrik eftir seg í enska Tour de Yorkshire frá hósdegnum til sunnudagin.
Alexander Kamp lá á einum deildum fyrstaplássi áðrenn hann á fjórða og seinasta teininum í gjár datt aftur á eitt samlað fjórðapláss. Hetta var eitt vónbrot eftir nakrar annars frálíkar dagar.
- Vit eru vónbrotnir av, at vit ikki eydnast, men vit eru stoltir av, at vit tora at vinna. Vit koyra ótrúliga væl sum lið, og vit vísa at vit tora - óansæð hvørjum vit eru uppi ímóti. Fyri at tora at vinna má man eisini satsa og risikera at tapa, sigur Torkil Veyhe.
Riwal Readynez súkklar vanliga á næsthægsta støðinum, ið kallast procontinental, men í Tour de Yorkshire prógvaðu teir, at teir eru eitt gott boð upp á at fáa wildcards til aðrar stórar kappingar á World Tour.
- Vit hava víst, at vit vilja vinna, og at vit koyra saman sum eitt lið. Vit hava vunnið virðing frá hinum World Tour-liðunum, og vónandi eisini fyriskiparunum, so vit kunnu fáa fleiri kappingar á hesum støðinum, sigur Torkil Veyhe.
Samanumtøka av Tour de Yorkshire og ein longri samrøða við Torkil Veyhe er at lesa í dagsins Sosiali.